Orsaka av byrjanartrupulleikum hjá fyriskiparunum, so kom Grønt Fót Slím ikki til Grønlands. Eins og Grønt, Fót Slím, so var eisini føroyavinurin Jens Guð boðin at leika á Nipiaa Rock Festival í Grønlandi. Føroyski bólkurin fór ongantíð úr Føroyum, sum vit greiddu frá í blaðnum í gjár, og Jens Guð og bólkur hansara Alsæla og bólkurin Gyllinæð náddu ikki fram, men lógu veðurfastir í Grønlandi, tí einki flogsamband var millum eystur og vestur.
Villur ungdómur
Jens Guð er í Føroyum kendur sum kaligrafilærari. Hann er millum heimsins dugnaligastu í hesum skrivikynstrinum. Umfamt er hann útvarpsvertur og blaðmaður innan rocktónleik.
Á ferðini í Grønlandi hevði hann við sær bólkin Gyllinæð. Eitt savn av 14 - 15 ára gomlum íslendskum ungdómi, ið standa fleiri ferðir í svørtubók hjá íslendsku løgregluni.
Vit lata Jens Guð Greiða frá. Tá teir í vár stovnaðu bólkin Gyllinæð, óttaðust foreldur, lærarar og onnur, at talan var um ein harðligan bólk - ett harkalið av ófriðarkroppum. Vandi tóktist vera fyri, at teir fóru at gera seg inn á onnur ung, eisini í skúlanum.
Úrslitið var tó, at meðan teir spældu sín rock ella punk, so bardust teir ikki við nakran, men annars var altíð rok við aðrar tónleikarar og løgreglu og við hvønn annan. Frá byrjan var bólkurin í sjónvarpi, útvarpi og í bløðum. Teir vóru vanir við bardaga og funnu saman um harðan rock og nøvn sum Sepultura og føroysku bólkarnar Hatespeech og Diatribes. Sjálvir høvdu teir í bólkinum bert trummur, guitar og sang, ongan bass.
Alsæla og Gyllinæð náddu ikki fram til festivalin, men strandaðu í Kulusuk. Har megnaðu limirnir í Gyllinæð at stjala úr barrini og at berjast, so gistingarrúm teirra fór illa. Ynski var um konsertir har á leið og teir hildu konsert í Ammassalik. Gyllinæð fóru á pall. Sangarin hevði etið eina frysta pizza, sum kom retur, tá hann stóð á pallinum. Síðani drakk hann úr einum tendrara og spýtti so eld. Guitarleikarin vardi seg við guitara sínum og gjørdist síðani frá sær sjálvum og bukaði guitaran í pallgólvið, til lítið og einki var eftir. Trummuleikarin sparkaði trummurnar langa leið og dansaði síðan á guitarleivdunum.
Eisini Alsæla slapp á pallin, men við munandi spakari framførslu.
Fyri tilkomna Jens Guð var ferðin ikki løtt, men tónleikararnir fingu ikki frið og ungdómar streymaðu til gistingarhúsið og vildu hava nøvnini skrivað - autografar.
So hóast Jens Guð og Alsæla ikki náddu til Nipiaa festivalin, so gjørdust teir partur av rimmar konsert í kalda grønlendska kavanum, har tað má sigast at hava gingið heitt fyri seg.










