Størsti einstaklingurin í íslendsku fótbóltssøguni er Eiður Smári Guðjohnsen. Sum yrkisspælari hevur Eiður Smári Guðjohnsen spælt bæði í Onglandi, Fraklandi, Spania, Belgia, Grikkalandi, Niðurlondum, og nú í Kina. Eiður Smári Guðjohnsen hevur vunnið meistaraheitið í bæði Onglandi við Chelsea, í Spania við FC Barcelona, og í Niðurlondum við PSV Eindhooven. Hann hevur eisini vunnið Champions League kappingina við FC Barcelona.
Síðani ársskiftið hevur Eiður Smári Guðjohnsen spælt við norska tippuligaliðnum, Molde, sum hevur Ole Gunnar Solskjær, sum høvuðsvenjara, men nú er tann parturin av fótbóltsyrkisleiðini hjá Eiður Smára Guðjohnsen eisini liðugur.
Í einum tíðindaskriva skrivar Eiður Smári Guðjohnsen, at hann vil heldur loyva yngri spælarum at sleppa framat í Molde. Hann heldur ikki, at tað er rætt av honum at taka plássið frá yngri spælarum, sum eru á veg fram, og hava brúk fyri spælitíð.
Í einum øðrum tíðindaskrivi skrivar høvuðsvenjarin hjá Molde, Ole Gunnar Solskjær, at tað verið ein sannur heiður og æra hjá teimum at hava havt ein so góðan, og ein so royndan spælara, sum Eiður Smára Guðjohnsen í hópinim hjá Molde. Ole Gunnar Solskjær undirstrikar, at Eiður Smári Guðjohnsen hevur verið ein fyrimynd fyri teir yngru spælararnar, og ein spælari, sum teir yngru hava kunnað sæð upp til.
Eiður Smári Guðjohnsen kom úr kinesiskum fótbólti til Molde fyri at kunna verða í góðari venjing fyri at kunna verða úttikin til íslendska EM-hópin, og tað eydnaðist honum til fulnar.










