Herfyri ljóðaði, at íslendska legendan, Eidur Guðjónsson, kundi enda í donsku Superliguni, men nú er líkt til, at hann í staðinb skrivar sáttmála við amerikanska felagið, Seattle Sounders.
34 ára gamli Guðjónsson spældi í gjár ein hálvleik við eykaliðnum hjá Sounders, og nógv bendir á, at felagið ger ein sáttmála við íslendingin, áðrenn leikarahópurin skal latast inn 15. september.
- Beint nú bíða vit eftir einum tilboði frá Seattle Sounders, men tað rekur í ta ættina. Teir hava eina lítla viku at fáa alt í lag. Tað hevur verið stórur áhugi, men fólk óttast fyri aldrinum og beininum, hann breyt í fjør. Tað eru truplar tíðir í fótbóltinum, og tí hevur Eidur Guðjónsson verið opin fyri øllum. Men Danmark hevur ikki av álvara verið upp á tal, sigur pápi Eidur Guðjónsson, og eisini umboðsmaður, Arnor Guðjónsson.
Eidur Guðjónsson hevur leikt við Barcelona, AEK Athen, Chelsea, Tottenham, PSV Eindhoven, Stoke, Fulham, AS Monaco, Bolton og so tey bæði íslendsku feløgini, Valur og KR.









