Guðjónsson: Superligan ein møguleiki

Fyrrverandi Barcelona og Chelsea spælarin, íslendski Eidur Guðjónsson, er sáttmálaleysur og opin fyri øllum – eisini donsku superliguni.

 

Íslendingurin er slopæpin leysur av sáttmálanum, sum hann hevði við AEK Athen, har hann bara spældi seks dystir seinasta kappingarár. 33 ára gamli Eidur Guðjónsson leitar eftir nýggjum felag, og hóast hann hevur leikt í so stórum feløgum sum Barcelona, Chelsea og Tottenham, avvísir hann ikki n orðurlendsku kappingarnar.

 

Longu í 2008 tosaði pápi og umboðsmaður Eidur, Arnor Guðjónsson, við táverandi íslendska stjóran í Brøndby, Hermann Haraldsson, um at skifta, og nú seks ár seinni kann eitt skifti verða á veg. Tipsblaðið skrivar, at Eidur Guðjónsson ikki sær seg ov fínat til bara at kunna spæla við FCK í Danmark.

 

Alt er opið fyri Eidur, og hann letur allar hurðar standa opnar. Eitt felag í norðanlondum ksnn vera áhugavert jújst nú. Hann vil fegin til eitt felag sum spælir góðan fótbólt, og tað er ikki bert FCK, ið ger tað. Fleiri feløg í Danmark eru áhugaverd, so tað er avgjørt ein møguleiki, sigur Arnor Guðjónsson við Tipsblaðið.

 

Umframt Barcelona, Chelsea og Tottenham hevur Eidur Guðjónsson eisini leikt fyri PSV Eindhoven, Stoke, Fulham, Monaco, Bolton, AEK Athen umframt íslendsku feløgini Valur og KR Reykjavík.