Gu Kalai, sum er gift við einum fyrrverandi lokalum leiðara hjá kinesiska kommunistaflokkinum, var í morgun í rættinum í býnum Hefai, tí hon er ákærd fyri at hava beint fyri bretska handilsmanninum Neil Heywood í november í fjør.
Málið hevur fingið nógva umrøðu í Kina og uttanlands, serliga tí at maður Gu Kulai, Bo Xilais, varð mettur sum ein av teimum næstu leiðarunum í Kina. Men í mars kom hann til ilnar við leiðsluna í flokkinum og misti síni størv. Tað er tó einki, sum bendir á, at hann er samsekur í drápinum, sum kona hansara er ákærd fyri.
Fjølmiðlarnir sleppa ikki at fylgja við rættarmálinum, men tann almenna tíðindastovan Xinhua skrivar, at ákæruvaldið hevur fleiri fellandi prógv ímóti Gu Kalai. Roknað verður við, at viðgerðin í rættinum verður liðug longu í dag, og sambært BBC er tað sannlíkt, at Gu Kalai verður dømd til deyða.