Polska stjórnin hevur kravt, at Guð skal nevnast við navni í teirri komandi grundlógini hjá Evropasamveldinum, og stjórnin hevur fýlst á, at Guð er ikki nevndur í tí uppskotinum, sum fransmenn og niðurlendingar vrakaðu á fólkaatkvøðu í fjør. Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, sum í løtuni er formaður í ES, hevur ongan hug at seta Guð inn í uppskotið. Á einum fundi í Bruxelles í gjár segði hon, at sjálv vil hon fegin hava Guð nevndan í ES-grundlógini, men hon segði seg hava ásannað, at hesum fekst ikki meiriluti fyri.










