Um tú ert ein av teimum, sum hevur GSM Teletíð frá Føroya Tele, so ber nú til hjá tær, at fáa Teletíð umvegis alnetið.
Í vikuni gjørdu Føroya Tele og hallo.fo eina avtalu, sum ger, at kundar hjá Føroya Tele nú kunnu fylla Teletíð á GSM telefonina gjøgnum einaskipan, sum Farodane hevur gjørt til hallo.fo.
Á henda hátt kann Teletíð gjaldast beinaleiðis við FR/visakorti á alnetinum, og hetta er ein skipan, sum ógvuliga væl umtókt í londunum rundanum okkum.
Skipanin er løtt at nýta. Kundin verður biðin um at geva nakrar upplýsingar. Tá allar upplýsingarnar eru settar inn, fær kundin eina kodu, sum verður nýtt til fylla Teletíð á kortið. Sum eina eyka trygd, so fær kundin koduna við postinum.
Skipanin er nú á www.hallo.fo