Føroya Tele ringdi seg út av 1999 við einum góðum roknskaparúrsliti.
Yvirskotið var 26 milliónir krónur, eftir at 7,2 milliónir krónur vóru avsettar til skatt, og 4,3 milliónir vórðu tveittar í landskassan fyri konsessión og raktur av Fjarskiftiseftirlitinum.
Í 1998 var úrslitið 16 milliónir krónur, og tí var talan um fittan vøkstur, og 1999 er eitt tað besta roknskaparliga árið hjá Føroya Tele nakrantíð.
Tvær týðandi orsøkir eru til góða úrslitið. GSM-fartelefonirnar og internetið hava økt munandi um søluna hjá Føroya Tele.
? Í 1998 løgdu vit dent á at dagføra og nýmótansgera tøknina. Stórar íløgur vórðu gjørdar í millum annað GSM-skipanina, uttanlandskapasitetin og at digitalisera fjarðskiftiskervið. Í 1999 kundu vit í stóran mun heysta ágóðan av hesum íløgunum, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele.
Lækka gjøldini meira
Føroya Tele lækkaði gjøldini í 1999, men nýtslan av fartelefonum og internetið er vaksin so nógv, at hóast lækkingina vaks sølan úr 180 og upp í 219 milliónir krónur.
? Vit halda, at tað er umráðandi, at Føroya Tele fær skapt neyðugu fortreytirnar fyri støðugum takstlækkingum, samstundis sum tænastustigið verður hækkað. 1999 vísti, at fyritøkan er á góðari leið, sigur Andras Róin.
Eginpeningurin hjá Føroya Tele er nú 127 milliónir krónur.
Sambært stjóranum ætlar Føroya Tele at gera fleiri íløgur í ár, enn tað vórðu gjørdar í fjør. Í 1997 gjørdu tey íløgur fyri 47 milliónir krónur, í 1998 107 milliónir og í fjør 35 milliónir.
Føroya Tele væntar, at tær lækkingar, sum vórðu gjørdar í gjøldunum 1. februar í ár, fara at hava ávirkan á úrslitið í ár, og Føroya Tele heldur eisini, at økt kapping ár fjarðskiftismarknaðinum fer at ávirka fyritøkuna.