TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr Kára Sørensen, kavara, sum er ein av fyrireikarunum av stóra tiltakinum: "Einum degi á Grynnuni" har sýnt verður fram tað tilfeingið, sum vit hava úr sjónum.
Gongutúrurin byrjar við "Norðlýsið", og enda verður uppi í Tórsgøtu í tí innilokaða økinum. Nógv spennandi verður hjá teimum yngstu at uppliva í morgin við fiskikappingum o.ø. tiltøkum.
Tiltakið byrjar klokkan 10, og Kári Sørensen undirstrikar, at øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er eins og í fjør ókeypis.