Sum tann fyrsti útlendski leiðarin var litavski forsetin, Dalia Grybauskaite, í dag á sjúkrahúsinum í Kharkiv og vitjaði fyrrverandi ukrainska forsætisráðharran Julia Timosjenko, sum fær viðgerð har fyri trupulleikar við rygginum. Tað eru týskir læknar, sum eru um hana, og hetta fegnaðist litavksi forsetin um aftan á vitjanina.
-Avgerðin hjá ukrainsku stjórnini at flyta Julia Timosjenko til eitt sjúkrahús og at lata týskar læknar taka sær av henni har er eitt gott tekin, segði Dalia Grybauskaite. Hon legði afturat, at tað kann fáa avgerandi týdning fyri framtíðina hjá Ukraina, at Timosjenko fær rætt til ta neyðugu læknaviðgerðina.
-Evropa hevur minni álit á Ukraina nú. Hetta kann rættast uppaftur, og ukrainar hava tvinnar vegir at velja ímillum. Annaðhvørt tann vegin, sum flytir teir nærri Evropa ella hin, sum førir til avbyrging, segði Dalia Grybauskaite.
Eftir vitjanina á sjúkrahúsinum í Kharkiv fór litavski forsetin við flogfari til Kiev at hitta ukrainska forsetan, Viktor Janukovitj.