Grunnur við 50-100 milliónum skal blása lív í aftur Suðuroynna

? Ein virkin økismenningarpolitikkur er ein fyrimunur fyri alt samfelagið, sigur vinnuráðið í Vági

Økismenning

Skal syðra helvt í Suðuroy mennast aftur, er tað neyðugt at ein suðuroyargrunnur verður settur á stovn.
Tað sigur Vinnuráðið í Vági, sum umfatar syru helvt í Suðuroy í eini nýggjari frágreiðing um støðuna í vinnuni í syðru helvt í Suðuroy.
Men tað skal eisini nógv annað til.
Vinnuráðið sigur, at ein Suðuroyargrunnur má hava eitt stovnsfæ upp á 50 -100 milliónur krónur
Hetta skal vera ein grunnur, sum kann stuðla vinnuni í økinum við at seta vágafúsan pening í vinniligt virksemi.
Men av tí at talan er um eitt vinnuráð fyri suðuroyar syðru helvt, verður farið eitt stig longur. Sostatt verður enntá mælt til at gera eitt almennan ella hálvalmennan menningargrunn fyri Suðuroyar syðru helvt.
? Men skuldi tað almenna sett á stovn ein grunn fyri Suðuroyar syðru helvt, er tað av avgerandi týdningi, at hann verður umsitin lokalt, tí tað er umráðandi at tey, sum stjórna grunninum, altíð vita, hvussu støðan er í økinum sigur vinnuráðið.
Ein grunnur fyri Suðuroyar syðru helvt, kundi sett vágafúsan kapital í nýggj og eldri burðardygg virki, ið hava fyri neyðini at økja um vágafúsa kapitalin. Eisini kundi tað almenna latið ein slíkan grunn goldið og umsitið flutningsstuðulin til vinnuna í Suðuroyar syðru helvt og í Suðuroy sum heild, so at vinnan varð javnt sett við vinnulívið aðrastaðni í landinum.

Karmar eru ikki nóg mikið
Vinnuráðið fegnast um at nýggjur Smyril verður bygdur, at djúphavn er gjørd í Vági, samferðsluhavn er gjørd á Drelnesi og at berghol skal gerast ímillum Hov og Øravík.
Tað bøtir um karmarnar fyri vinnulívinum í økinum, og tað fer eisini at geva fleiri arbeiðspláss í styttri tíð.
? Men hesi tiltøk hjálpa tó ikki nóg mikið sum frá líður, tí at betra um karmarnar fyri vinnuna, meðan vinnan sjálv doyr, er eingin loysn. Og høvuðstrupulleikarnir hjá vinnuni í løtuni eru heilt aðrir.
? Størstu trupulleikarnir hjá vinnuni í Suðuroyar syðru helvt, er væntandi vágafúsur kapitalur, væntandi almennar íløgur í privat virkir í økinum, flutningskostnaðurin innanoyggja og flutningstrupulleikar innanoyggja og til umheimin.
Vinnuráðið sigur, at Myndugleikarnir mugu tí bera so í bandi, at flutningskostnaðurin lækkar fyri vinnuna í Suðuroynni, soleiðis at hon gerst javnt stillað við aðrar partar av landinum á hesum øki.
? Tað er eisini neyðugt at fáa betri beinleiðis samband ímillum Suðuroyar syðru helvt og útlond, so fiskavirkini í økinum fáa fleiri framleiðsludagar um vikuna.
Somuleiðis verður tað avgjørt neyðugt at fáa fleiri almenn arbeiðspláss til økið. Hetta hevði ikki einans verið við til at stabilisera búskapin í økinum, men hevði óivað viðført, at fleiri vælútbúgvin fólk vendu heimaftur til Suðuroyar syðru helvt at búð.
? Fiski- og alivinnan standa fyri uml. 55% av øllum lønarútgjaldingum í Suðuroyar syðru helvt og tí merkist tað sjálvsagt, tá ið privata vinnan er fyri bakkasti.
Vinnuráðið heldur, at ein stovnur, ið heilt avgjørt kundi verðið fluttur til Suðuroyar, er Strandferðslan
? So leingi umsitingin er so langt frá brúkaranum, verður tænastan aldri fullgóð
Aðrir stovnar, ið kundu verðið fluttir úr miðstaðarøkinum, eru Fiskiveiðueftirlitið, Realurin, Stuðulsstovnurin, Húsalánsgrunnurin, Skráseting Føroya fyri Suðuroynna, Fiskiveiðueftirlitið, Tinglýsingin fyri Suðuroynna, ALS fyri Suðuroynna og Toll- og Skattstova Føroya.
Somuleiðis kundu aðrir almennir stovnar, ið lítið og einki beinleiðis samskifti hava við borgaran, umframt stovnar, ið kunna avgreiða størsta partin av sínum samskifti elektróniskt, kundu eisini at verið fluttir til útjaðaran, sigur vinnuráðið í Vági.

Ein bati fyri alt samfelagið
So er tað tann stóri spurningurin um økismenning yvirhøvur loysir seg fyri samfelagið.
men tað heldur Vinnuráðið í Vági
? Ein sterkur útjaðari gevur stórt búskaparligt avkast av sær, sum kann gjalda ein stóran part av almennu útreiðslunum.
Ráðið sigur, at í løtuni kastar Suðuroyggin einar 100 milliónir krónur av sær um árið til búskapin í restini av landinum.
Spurningurin er so, hvussu nógv Suðuroyggin kundi kasta av sær, um vinnulívið var styrkt?
? Tað er ringt at siga, men ivaleyst hevði úrslitið verið munandi størri.
Eitt, sum eisini talar fyri økismenning, er tann stóra miðsavningin, ið er farin fram seinastu mongu árini. Hendan miðsavning er kanska ikki tilætlað, men hon hevur í hvussu so er lagt eitt sera stórt trýst á miðstaðarøkið, tí vit hoyra javnan um, hvussu stórur tørvurin í miðstaðarøkinum er á bústøðum, barnagarðsplássum, røktarheimsplássum, skúlastovum o.s.f.r.
Verður útjaðarin mentur við at partar av almennu umsitingini verða fluttir hagar, hevði ein partur av starvsfólkunum kanska fylgt við, og sostatt hevði trýstið á miðstaðarøkið minkað.
? Ein tílíkari útjavning av almennu umsitingini ímillum økini hevði sostatt gjørt umstøðurnar betri, bæði í útjaðaranum og í miðstaðarøkinum, sigur Vinnuráðið í Vági.