Fiskivinna
Línuskipið, Grunningur, sum eldur herfyri kom í, er nú seldur til Klaksvíkar.
Tað eru brøðurnir, Guttormur og Per Simonsen, sum hava keypt skipið. Teir hava frammanundan skipini, Polarstjørnuna og Helenu.
Sum skilst, hava brøðurnir keypt Grunning fyri at fáa fiskidagarnar, sum skipið eigur.
Ætlanin er at taka tað úr skipinum, sum er nýtiligt eftir eldsbrunan. Síðan verður Grunningur helst upphøgdur.
Grunningur er bygdur í Holbæk í Danmark í 1946, og hann er bygdur úr eik.
Áðrenn Kári Hansen á Strondum keypti skipið fyri skjótt fleiri árum síðan, átti Sámal J. Gaardlykke í Lamba Grunning.
Kjølbro í Klaksvík átti í sínari tíð skipið eitt langt áramál.