Hann er onki styttur, tí sitandi býráðssamgonga hevur ikki raðfest grundstykkir til okkara ungu, og tey sum ynskja at flyta heimaftur.
Eftir at bíðilistin gjørdist elektroniskur, er tað hent, at tey sum hyggja inn á listan, fyri at vita hvar tey standa á bíðilistanum, missa fullkomuliga móti, tí hann gerst bara longri og longri – uml. 1800 í løtuni.
Tað einasta hendan samgongan hevur gjørt, er, at bjóða ungum familjum 200 fermetrar grundstykki fyri omanfyri hálva milljón. Tískil stendur ein stór íløga uppi í Hoyvíkshaganum, ið ongin skoytir um.
Vit muga aftur til tað borgarin ynskir. Útstykkingar, har kommunan stykkjar út, ger veg og kloakk og bjóðar familjunum stykkir, ið eru 500 fermetrar. Tað er tað sum tað er mangul uppá, og tað er tað sum borgarin ynskir. At smoyggja útlendskar byggiloysnir yvir fólk skapar ikki áhugan at seta búgv í kommununi.
Hettar hevur ligið á láni, og vil eg arbeiða fyri, at grundstykkir aftur fáa høga raðfesting til okkara ungu familjur, ið ynskja at seta búgv í kommununi.
Góði borgari, við eini atkvøðu til lista B, tryggja vit “handling bag ord”.