33 ára gamli, Jákup A. Olsen, er ein av teimum trimum nývaldu í Nes kommunu.
- Míni hjartamál eru kommunan og tey fólk, sum búgva her. Eg vil gjarna, at fleiri fólk kunnu gerast errin av at vera borgarar í kommununi. Tað eru vit her í kommununi, sum skulu spenna vøddar móti øðrum, um tað er neyðugt – og ikki bara spæla eftir reglunum hjá øðrum, sigur hann.
Bíligari grundstykki
Jákup A. Olsen heldur, at skal Nes kommuna fáa fleiri inntøkur, verður neyðugt at fáa selt eitt sindur av ríkidøminum, og tá hugsar hann um grundstykkini, sum kommunan eigur.
- Selja vit hesi grundstykki, fáa vit fleiri familjur at seta búgv í kommununi, og tá hevur tað ikki minst týdning, at talan serliga verður um barnafamiljur. Vit skulu geva hesum familjum eitt gott heim á Toftum, og tað hava vit umstøður til.
Jákup A. Olsen sigur, at tað skal ikki gerast dýrari at búgva á Toftum.
- Vit kappast eitt nú móti Havnini og Klaksvíkini, og eg haldi tað vera týdningarmikið, at vit gera tað attraktivt at búgva í Nes kommunu.
Nývaldi bygdaráðslimurin heldur, at kommunan eigur at skipa so fyri, at grundstykkini, sum kommunan eigur og sum eru gjørd byggibúgvin, verða seld bíligari enn tað, tey kunnu keypast fyri í dag.
- Hesi grundstykki verða í dag seld fyri umleið 300.000 krónur, og eg haldi, at vit eiga at selja tey fyri umleið helmingin av hesi upphædd.
Hann vísir á, at tá hesi grundstykki kanska hava ligið útgrivin og planerað í eini trý ár og soleiðis ikki hava givið kommununi pengar, er skilagott at royna at fáa hesi grundstykki seld fyri ein munandi lægri prís.
- Fáa vit bara selt eitt av hesum grundstykkjum fyri hálvan prís, fær kommunan pengar í kassan, og er tað tá fólk, sum koma aðrastaðni, fær kommunan eisini nýggjar skattainntøkur.
Jákup A. Olsen tekur samanum og sigur, at grundstykkini, sum Nes kommuna eigur og hevur til sølu, eru alt ov dýr.
- Tað líkist ongum, at hesi grundstykki á Toftum skulu kosta seks ferðir so nógv, sum eitt planerað grundstykki kostar eitt nú í Hvalba.
Vinnuligir karmar
Nývaldi bygdaráðslimurin í Nes kommunu vísir á, at havnalagið á Toftum er gott, men hann heldur, at umráðandi er, at vinnan í økinum fær enn betri karmar at virka undir.
- Tað er her, at vit kunnu spenna okkara vøddar í mun til øll onnur, sigur Jákup A. Olsen.