Hondbóltsbarometrið í Hoyvík hevur verið í botni seinastu vikurnar, og sunnudagin stendur so aftur ein trupul uppgáva fyri framman.
Tá kemur VÍF, sum saman við Kyndli myndar oddin, á vitjan. Fyrra uppgerðin millum liðini var sera jøvn, og ta ferðina var um reppið, at hoyvíkingarnir struku avstað við stigum, men í evstu løtu eydnaðist tó VÍF at taka sítt.
Síðani hava formkurvarnar tó verið heldur ymiskar. Hóast VÍF ikki hevur bast Kyndli, so hava teir hildið eitt gott tak í oddinum, og einki er at ivast í, at teir eisini vilja enda grundspælið á bestan hátt. Og tað vil siga við einum sigri.
Samstundis skal Kyndil royna at hevna seg inn á kollfirðingar, sum mest sum tjóvstartaðu landskappingina, tá teir í fyrsta umfarinum vunnu á Kyndli. Skulu avrikini higartil takast sum útgangsstøði, so er einki at ivast í, at Kyndil eigur at vinna ein syngjandi tryggan sigur. Bæði liðini hava tó sýnt rættiliga svingandi spæl í heyst, og sum úrslitið frá fyrra dystinum sigur, so standa allir møguleikar opnir, so leingi sum dysturin ikki er spældur.
Seinasti dysturin hesaferð stendur millum StÍF og Neistan. Her hevur StÍF havt eina góða framgongd seinastu vikurnar, og kunnu teir eisini enda grundspælið við einum sigri, fer lagið um Skálafjørðin helst at vera heilt gott.
Neistin hinvegin hevur upplivað hópin av vónbrotum higartil í ár. Somikið illa hevur skorist, at teir nú eisini hava gjørt flytingar í venjarasessunum, og so er spurningurin, hvørt tað fer at ganga betri, nú Damir Oros bert skal hugsa um tað, sum fyriferst inni á vøllinum.










