Tað er grundleggjandi skeivt og órættvíst frá almennari og politiskari síðu at raðfesta fakligu útbúgvingar frammarliga í tí rikna landspolitikkinum, ið ein alment vil mótmæla.
Tað er ein veruleiki at føroyingar við hægri fakligum útbúgvingum hava ongar praktiskar lívsroyndir/erfaringar við at hava sitið meginpartin av lívinum á reyvini heima.
Tað er ikki matari við teim lesandi í eru farin til Danmark og Norðurlond og Evropeisk lond til víðari lesnað í liva í dag av skattafría lestrarstuðli heima og danska SU.
Tað er ikki rættvíst skipað at tey sum venda heim aftur aftan á lokna hægri útbúgving og avlærd vera tikin fram um tey sum hava lokið útbúgving og avlærd í Føroyum.
Vit hava somuleiðis hópin av ófaklærdum/faklærdum ið lesandi hava lagt forðingar í vegin at sleppa út aftur á arbeiðsmarknaðir, almenna, privata í øllum Føroyum.
Tað er upp á tíðina at fáa skapt eitt rættvísari samfelagsbýti ímillum tey í eru í Føroyum og uttanlands ið vilja flyta heim aftur til Føroya, at taka við fakligu størvunum.
Tað er ein hópur av ófaklærdum/faklærdum ið tey komandi mongu árini fara at leggja niður størv, vegna aldur, í bygdum og býum í hvørjari kommunu í oyggjunum.
Tí er avgerandi neyðugt at fáa skapt eina javna tilgongd til mongu størvini skulu vit sleppa undan stagnatión, skal ikki alt fjøltátta virksemi, ikki steðga fullkomuliga upp.
Er tað fyrst steðga við kreppum og niðurgongstíðum, hvør skal so seta gongd á aftur virksemi, fer stórur partur av øllum ikki at klára at svara hvørjum sítt í fer at merkjast.
Hvør skal tá taka sær av øllum teim ið gerast gomul á bygd og bý, tað verður í hvørfall ikki føroyingar í útlegd í ikki hava slíkan áhuga bert í kt-vinnu-gransking-mentan.
Hvør skal fíggja fakligu útbúgvingar og avlærdu fæst ikki gongd á ali- fiski- útróðrarvinnuni í dag.
Sjálvur dámar mær ikki ellis- og røktarheim og bústovnar har gomul og brekaði og menningartarnaði og onnur vera burturgoymd og á stovnum í hvørjari kommunu.
Eg haldi ikki at áðurnevndu hava uppiborið at fáa slíka viðferð og ikki kunna taka lut í samfelagslívinum í hava nógv at geva tí yngra ættarliðnum í hvørjari kommunu í dag.










