Fyrrapartin í gjár beyð Grundlógarnevndin til tíðindafundar í Sjó- og vektarbúðini í Tinganesi.
Jóan Pauli Joensen, formaður, og Kári á Rógvu Olsen, skrivari í nevndini, tóku ímóti, og teir greiddu frá arbeiðsgongdini hjá nevndini umframt, at teir vildu kunna fjølmiðlarnar um, at nevndin nú hevur fingið sína egnu heimasíðu.
Hugaligt arbeiði
Jóan Pauli Joensen, nevndarformaður í Grundlógarnevndini greiddi frá nevndararbeiðinum, sum hann segði hevði verið serstakliga hugaligt.
Í nevndini sita politikarar úr øllum flokkum, saman við samfelags- og løgfrøðingum, og tað hevur víst seg at vera eitt sera vælegnað forum til gott kjak.
? Tað gevur eina breidd í kjakinum soleiðis, at vit fáa sera nógv sjónarmið á borðið, og tað hevur verið sera hugaligt arbeiði, sigur formaðurin.
Jóan Pauli greiðir frá, at teirra niðurstøða, tá nevndin byrjaði at arbeiða, var, at tey ikki bara kundu seta seg niður at skriva uppskot til eina Grundlóg, tí tað sum í eini slíkari lóg býr, skal helst vera væl og virðiliga gjøgnumarbeitt. So er spurningurin um tíðarbilið, sum Grundlógarnevndin hevur fingið er nóg langt, til at tey kunnu gjøgnumarbeiða tilfarið.
? Vit hava kortini mett, at vit kunnu gera eitt útkast til eina grundlóg, men tað skal so til almenna hoyring tá vit eru liðug við uppskotið, sigur formaðurin.
www.grundlog.fo
At gera eina grundlóg er tí ikki bara løtuverk og avgjørt ikki nakað, sum bara ein persónur far til uppgávu at fara í holt við.
Nevndin, sum situr við arbeiðinum, er tí ein stór nevnd, men kortini meta tey tað kortini neyðugt, at tey fáa upplýsingar frá fólki, sum hava áhugað fyri Grundlógararbeiðinum.
Í tí sambandinum og eisini sum ein kunning, hevur Grundlógarnevndin fingið sær eina heimasíðu á alnetinum.
? Har ber til at kunna seg um mangt og hvat, siga teir báðir og vísa m. a. á, at tað fer at bera til at síggja úrslitið hjá teimum 18 arbeiðsbólkunum, sum settir eru, so hvørt, sum tað verður liðugt.
? Men tað ber eisini til, at kunna seg um grundlógir hjá øðrum londum í heiminum, sigur Kári og greiðir frá, at ein tann mest áhugaverda Grundlógin í so máta er tann estiska.
? Hon er spildurnýggj so at siga, og tí er hon sera áhugaverd. Annars er tann danska eisini sera áhugaverd. Hon hevur víst í verki, at hon virkar og tí er hon altíð áhugaverd, hóast hon er rættuliga gomul, sigur Kári.
Gevandi kjak
Aðrastaðni á síðuni greiðir Jóan Pauli frá, at arbeiðið í Grundlógarnevndini hevur verið áhugavert.
Hann vísir m. a. á samstarvið við politikararnar, sum hevur verið mennandi. Serliga tí, at politikararnir hava dugað, at latið partapolitikkin verða liggjandi.
? Eftir tær fyrstu politisku markeringarnar, sum sjálvsagt áttu at koma, hevur tað verið ein fragd at arbeiða saman við teimum, kanska serliga tá vit hava kjakast um serstøk evni, sigur Jóan Pauli.
Kári tekur undir við honum og sigur, at tað í veruleikanum eru »casirnar«, sum hava verið tær mest gevandi, tí tá er nakað veruligt at taka fatur í, sigur Kári.
Fyri at geva nevndarlimunum enn betri førleika hevur nevndin eisini samband við fleiri føroyskar og útlendskar serfrøðingar, sum hava verið og sum koma at halda skeið fyri nevndarlimunum, sum ein partur av arbeiðinum.
? Og hetta er sjálvsagt eisini sera mennandi fyri okkum øll. Ikki bara politikararnar, sigur Jóan Pauli.
Arbeiði seinkað
Tá Grundlógarnevndin varð sett, fekk hon freist til fyrst í juni at vera liðug við arbeiði, men so verður ikki.
? Sum tað sær út í løtuni, so verað vit ikki liðug við arbeiðið til tíðina. Eg rokni við, at vit mugu biða um útsetilsi, so fáa vit tað, tí arbeiðið hjá okkum hongur saman við samráðingunum hjá landsstýrinum, sigur Jóan Pauli Joensen.
Men nær roknar tú so við, at arbeiðið verður liðugt?
? Eg rokni við, at vit vera liðug við eitt útkast um tað mundi tá freistin er og aftaná skulu so hoyringarnar verða. Hvussu tað verður gjørt er ikki greitt enn, men sjálvur vænti eg, at nevndin verður liðug við sítt arbeiði einaferð í heyst, sigur Jóan Pauli.
Tey, sum hava hug at lesa meir um Grundlógarnevndina, kunnu leita sær inn á www.grundlog.fo.