Enn er ógreitt, um hon yvirhøvur kemur í gildi. Men eitt uppskot um, hvussu ein føroysk grundlóg skal síggja út, verður væntandi latið landsstýrinum 1. oktober í ár ? meira enn eitt ár seinkað.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur skotið upp at broyta lógina um grundlógarnevndina, so nevndin fær eitt longri skotbrá til at gera seg lidna við umfatandi arbeiðið at smíða eina føroyska grundlóg.
Eftir ætlan skuldi nevndin lata landsstýrinum uppskotið 1. juni í fjør, men arbeiðið dróg út, og eingin møguleiki var fyri at halda seg til tíðarfreistina, um talan skuldi verða um eitt gott og gjøgnumarbeitt uppskot.
Men nú er grundlógarnevndin komin so mikið væl áleiðis, at endi er í hendi. Formaðurin í grundlógarnevndini, Jóan Pauli Joensen, hevur boðað Høgna Hoydal frá, at tað ber til at hava uppskotið til føroyska grundlóg klárt á ólavsøku, um umstøðurnar eru til vildar.
Grundlógarnevndin skal síðani skipa fyri almennum hoyringum um uppskotið kring alt landið, og hetta arbeiðið tekur nakrar mánaðir. Væntandi kann landsstýrið hava eitt liðugt uppskot í hendi 1. oktober, sigur formaðurin í nevndini.
Av tí at arbeiðið gjørdist drúgvari enn ætlað, hevur nevndin eisini brúk fyri størri játtan. Høgni Hoydal sigur, at nevndin fær upp til hálvaaðru millión krónur at arbeiða við hetta árið av játtanini tilsjálvstýrismál.
Arbeiðið at smíða eina føroyska grundlóg er tað mest umfatandi lógarsmíðið, sum nakrantíð er gjørt í Føroyum.