Grundlógararbeiðið hevur fingið eitt rættiliga álvarsligt skot fyri bógvin. Nú minni enn tveir mánaðir eru eftir, til grundlógarnevndin skal lata eitt fyribilsuppskot úr hondum, liggur tað fast, at skrivarin í nevndini, ikki er sinnaður at leingja verandi sáttmála við landsstýrið. Sáttmálin gekk út 1. august, og grundlógarnevndin hevur tískil ongan skrivara í løtuni.
Kári á Rógvi, sum nú er fyrrverandi skrivari í grundlógarnevndini, er ikki nøgdur við tær fyrisitingarligu umstøðurnar, sum grundlógararbeiðið hevur fingið, og tí hevur hann mist hugin at halda fram sum skrivari í nevndini, sigur hann.
Ómissandi
Formaðurin í grundlógarnevndini, Jóan Pauli Joensen, dylir ikki fyri, at tað er sera óheppið fyri arbeiðið hjá nevndini, at skrivarin ikki hevur hug at halda fram, tí skrivarin liggur inni við nógvari vitan, ið er alneyðug í framhaldandi arbeiðinum, og tí er tað ikki bara sum at siga tað, at lata mann koma í manns stað.
? Tað harmar meg sum formann í nevndini, at skrivarin ikki ynskir at halda fram, men tað mugu vit royna at finna eina loysn á. Ein møguleiki hevði verið, at fyrrverandi skrivarin framhaldandi gjørdist ein partur av grundlógararbeiðinum, men at hann hevði ein annan leiklut enn sum skrivari. Tí tað er greitt, at tað verður ómetaliga torført at klára seg uttan hann, sigur Jóan Pauli Joensen.
Fæst ikki í starvið aftur
Landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, arbeiðir í løtuni av øllum alvi fyri at finna eina loysn á skrivaraloysinum hjá grundlógarnevndini. Tí tað hevur skund at fáa arbeiðið hjá grundlógarnevndini í gongd aftur, um eitt fyribilsuppskot skal vera klárt 1. oktober. Og tað skal tað sambært løgtingslógini um grundlógarnevnd, ið varð samtykt á tingi 11. februar 1999 og broytt 26. apríl í ár.
Landsstýrismaðurin hevur skift orð við fyrrverandi skrivaran í grundlógarnevndini fleiri ferðir hesa vikuna og roynt at fingið hann at hildið fram, men til onga nyttu. Nú arbeiðir landsstýrismaðurin við einari aðrari loysn sum inniber at skrivarin á onkran annan hátt skal halda fram at vera ein partur av arbeiðinum at smíða eina føroyska grundlóg.
Einki ímóti grundlógararbeiðinum
Fráfarni skrivarin, Kári á Rógvi, sigur seg als einki hava ímóti grundlógararbeiðinum sum heild, tvørturímóti.
? Eg haldi at grundlógararbeiðið er ómetaliga spennandi. At síggja hvussu nær føroyskir politikarar í veruleikanum eru at eini semju um eina føroyska stjórnarskipan, og at vera partur av hesi tilgongd er sera spennandi, sigur Kári á Rógvi.
? Men eg tími ikki skrivstovuarbeiðið longur. At sita og ringja til allar nevndarlimirnar, og avtala fundir við teir, avlýsa fundir aftur, kopiera pappírir til fundaluttakarnar, skaffa fundarhøli og gera kaffi er ikki tað, sum eg leggi í at vera løgfrøðingur og skrivari hjá grundlógarnevndini. Tað gongur út yvir tann fakliga partin, og tað er har trupulleikin liggur. Tey lyfti, sum eg havi fingið um betraðar umstøður, eru ikki hildin. Tí kann eg ikki halda fram sum skrivari. Eg havi ikki mist hugin til grundlógararbeiðið, men bert til sjálvt skrivstovuarbeiðið, sigur Kári á Rógvi.
Hann er tískil klárur at taka ímóti einum tilboði um at gerast partur av grundlógararbeiðinum á annan hátt enn sum skrivari.
Brotin lyftir
Fyrrverandi skrivarin í grundlógarnevndini gjørdi av álvara vart við sína ónøgd fyri hálvum árii síðan, tá sáttmálin við landsstýrið eisini skuldi endurnýggjast. Tá var úrslitið, at formaðurin í grundlógarnevndini og landsstýrismaðurin feldu eina sonevnda »felags fatan« í átta punktum niður á pappír. Í hesi felags fatan var millum annað nevnt, hvørjar umstøður grundlógarnevndin skuldi hava at arbeiða undir. Men hesar umstøður eru enn ikki betraðar í tann mun, at tær eru blivnar nøktandi, sambært Kára á Rógvi.
? Tí kann eg ikki bjóða mær sjálvum at bara góðtaka at so er, og so halda fram sum fyrr. Felagsfatanin bleiv ikki hildin, Tað, sum bleiv lovað har, um at eg skuldi hava tveir hálvar løgfrøðingar, eg skuldi hava skrivstovufólk, og eg skuldi hava eina konto á fíggjarlógini til grundlógararbeiðið, og at tingmenn skuldu fáa betri umstøður at møta á fundi, soleiðis at grundlógararbeiðið var innarbeitt í kalendaran hjá løgtinginum, er ikki hildið.
? Væntandi var, at tær størstu forðingarnar í arbeiðinum fóru at vera tær politisku. At fáa politkararnar frá øllum síðum at arbeiða konstruktivt saman. Men hesin parturin hevur gingið ómetaliga væl. Hinvegin hevur tað gingið ómetaliga illa at fáa tann fyrisitingarliga partin at virka, og tað er sera harmiligt, haldi eg, sigur Kári á Rógvi, fyrrverandi skrivari í grundlógarnevndini.
Grundlógararbeiðið er tað mest umfatandi lógarsmíðið higartil í føroyskari søgu.









