Grundlógarhoyr í dag

Klokkan 12 í dag skal 40 ára gamli maðurin, sum týsdagin stakk varafútan við knívi, í grundlógarhoyr í Føroya rætti Varafútin Finn Ougaard er ikki í lívsvanda, men hann er ógvliga skelkaður eftir hendingina seinnapartin í gjár, tá ið ein 40 ára gamal maður knappliga leyp á hann við knívi.

Finn Ougaard fekk ein stóran skurð í vinstra lær og bløddi illa.

Maðurin, sum leyp á varafútan, gekk sjálvur frá dómhúsinum, har álopið fór fram, oman á politistøðina og meldaði seg sjálvan.

Maðurin varð handtikin klokkan 13.41 og afturhildin í 24 tímar. Teir 24 tímarnir eru næstan úti, tá ið grundlógarhoyrið verður klokkan 13.