Jón Ellendersen
vegna Föroya fólk og tær almennu Föroyar
????????????????????????
1. Børn við DAMP, atferðartrupulleikum, vánaligum sosialum korum o.tl. eiga rættin til størri umsorgan enn "frísk" børn; tey eiga rættin til mannsømilig kor og rættin til, at teimum verður tryggjað eitt optimalt lív í Føroyum. Somuleiðis eiga tey rættin til, at føðilandið ikki vísir tey frá sær.
2. Menningartarnað, tey, ið hava DOWN syndrom e.tl. eiga rættin til optimala menning, góðar og tryggar møguleikar at luttaka í samfelagslívinum á jøvnum føti við øll onnur; tey eiga rættin at verða vird sum fullborin menniskju og sum heilir persónar; tey eiga rættin til somu búkor sum onnur og rættin til, at føðilandið gevur teimum tað í kompensasjón, sum tey ikki sjálvi eru før fyri at vinna sær.
3.Rørslutarnað eiga rættin til atkomu á øllum støðum á jøvnum føti við tey, íð einki rørslutarn hava; tey eiga rættin til fulla kompensasjón fyri rørlsutarnið, hetta við neyðugum hjálpartólum; tey eiga rættin til at luttaka á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti við onnur og rættin til at fáa eins góða útbúgving og onnur eftir egnum ynski.
4. Sinnisveik /sinnissjúk eiga rættin til alla neyðuga hjálp, bæði medisinska og sosiala; tey eiga rættin til at verða vird á jøvnum føti við onnur, so veikleiki ella sjúka teirra ikki gerst ein foring fyri, at tey kenna seg sum fullgóð menniskju; tey eiga rættin til menning, útbúgving og eitt optimalt privatlív, har egin ynski verða sett hægri enn ynskini hjá stovni, sjúkrahúsi ella avvarðandi.
5.Heilaskadd eiga rættin til optimala afturvenjing, har alt verður sett inn á at afturvinna teimum tað lívið, skaðin hevur tikið frá teimum; tey eiga rættin til í mest møguligan mun at kunna venda aftur til tað arbeiðslív, tey høvdu áðrenn skaðan; tey eiga rættin til bústaðarmøguleikar, har íbúðin/ húsini verða innrættað soleiðis, at tey kunnu ferðast sum áður í mest møguligan mun; tey eiga rættin til at verða vird sum tey menniskju, tey vóru áðrenn skaðan.
6. Okkara eldru, hvørt tey eru óhjálpin vegna aldur, barndømi, Alzheimer ella aðra sjúku, eiga fullan rætt til eitt mannsømandi lív til seinasta andadrátt; tey eiga rættin til at veit leggja dent á at tey kunnu varveita fulla virðing fyri sær sjálvum og frá øðrum. Tey eiga undir ongum umstøðum at kenna, at samfelagið ikki longur hevur brúk fyri teimum, men ístaðin, at samfelagið alt virðir og gleðist um tað, tey hava lagt eftir seg. Tey eiga rættin til, at tey gomlu ikki verða mett sum ein byrði, men ístaðin sum ein gáva.
7. Annars eiga øll, sum vegna likamliga ella sálarliga sjúku ella á annan hátt, ikki longur megna at luttaka í samfelagslívinum ? eisini sosialt, eiga rættin til, at mest møguligt verður gjørt fyri, at tey framvegis kunnu kenna seg sum fullgóðir borgarar, at tey enn hava sama virði sum áður; tey eiga rættin til, ikki at gerast einsamøll vegna sjúkuna og rættin til best møguliga viðgerð á einhvønn hátt.
8. Samfelagið, tvs. hin einstaki føroyingurin, løgtingi, landsstýri, heilsuverk og almannaverk og annars allir stovnar, ráð v.m., sum løgting og landsstýri vara av, hevur felags ábyrgd av, at grein 1 til og við 7 verða uppfyltar og fylgdar so langt til ber. Eru aðrar íløgur, sum ikki beinleiðis ávirka tað almennu vælferðina, og soleiðis eisini kann raka tey, ið eru nevnd í grein 1 til og við 7 ein forðing fyri, at grundlógin verður hildin, eiga hesar íløgur at víkja fyri íløgum, sum eru hesum (í grein 1-7) at frama.