Grundin løgd hjá B68

Um ársskiftið eru tvær undirskriftir afturat komnar upp á pláss á Svangaskarði.

Málverjin Tórður Thomsen og miðverjin Arnbjørn Danielsen hava skrivað undir uppá, at teir eisini verða B68-spælarar í 2007. Málið hjá B68 í 2007 er at endurvinna plássið í Formula deildini, sum teir mistu í heyst. Onkrir spælarar frá síðsta kappingarárið hava mynstrað av B68 skútuni, men B68 hevur fingið fleiri nýggjar spælarar. B68 formaðurin, Niclaas Davidsen, sigur á heimasíðu felagsins, b68.fo, at onkrir sáttmálar afturat fara at verða undirskrivaðir fyrst í nýggja árinum.