Grundgevingarnar hjá útvarpi og sjónvarpi halda ikki!

     

Johan Petersen
??????????????

At útvarpið og sjónvarpið ikki eru óheftir fjølmiðlar, so sum kringvarpslógin áleggur teimum, munnu fá vera í iva um. Eftir politiska skiftið í Tinganesi, har Tjóðveldisflokkurin nú er komin í andstøðu, halda grundgevingarnar ikki fyri framíhjár?ttin hjá hesum flokki og teimum sjónarmiðum, hann stendur fyri!
Undir seinasta landsstýri, har Tjóðveldisflokkurin var partur av samgonguni, hava b?ði útvarpið og sjónvarpið ført fram, at orsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin so ofta kom framat, var, at tað var meiri áhugavert við sjónarmiðunum hjá einum landsstýrisflokki, sum sat við ábyrgd og stjórnaði landinum enn sjónarmiðini hjá andstøðuni.
Atfinningar av loftmiðlunum eru ofta svaraðar aftur við, at líka so nógvir tjóðveldismenn finnast at miðlunum sum sambandsmenn - eitt páhald, sum ikki letur seg eftirkanna, tí bert loftmiðlarnir kenna hesar atfinningar.

Vent í holuni - og tó
Nú er tó vent í holuni, hvat íð viðvíkur flokkum í landsstýrinum, men ikki hvør , ið mest sleppur framat í loftmiðlunum! Tað eru longu nógv dømi um, at tað framvegis er Tjóðveldisflokkurin, sum framvegis hevur framíhjár?ttin.
Sjónskast er, at Jógvan Arge framvegis er programmleiðari (gott nokk upp á hálva tíð, verður sagt) í útvarpinum og Leivur Hansen er tíðindamaður í Degi og Viku, báðir tjóðveldispolitikarar.

Tjóðveldið framvegis framíhjár?tt
Men eisini í sendingum kemur framíhjár?tturin til sjóndar. T.d. í kjaksendingini í SvF um fíggjarlógina, har Bárður Nielsen og Høgni Hoydal luttóku og í Føroyar í Dag í ÚF, har radarstøðin á Sornfelli var til viðgerðar. Í hesi sending var samrøða við allir flokkar, eitt umboð fyri hvønn flokkin, men tvey umboð fyri Tjóðveldisflokkin - Hergeir Nielsen og Finnbogi Ísaksson!

Grundgevingin ósonn
Ringdi til tíðindamannin og spurdi, hvussu hetta kundi bera til, og fekk at vita, at allir floksformennirnir, eisini for-maðurin fyri Sambands-flokkin, høvdu víst á Finnboga Ísaksson sum serkønan!
Setti m?r fyri at eftirkanna, um hetta veruliga var so. Havi tosað við allar flokkarnar, og tað vísti seg, at tað er bert tann eini flokkurin, sum hevur peikað á Finnbog Ísaksson - hini umboðini vistu snøgt sagt als ikki av, at Finnbogi skuldi luttaka!

Verða blakklistaðir!
Havi mangan spurt politikarar, hví teir finna seg í, at almennu loftmiðlarnir sleppa at hóreiggja s?r soleiðis og allir svara teir, at finnast teir at útvarpi ella sjónvarpi, verða teir bara blakklistaðir!

Fjølmiðlaábyrgdarlóg heldur í dag enn í morgin
Men nú er tað ikki longur Tjóðveldisflokkurin, sum hevur mentamál og harvið ábyrgdina av loftmiðlunum, so vónandi verður fjølmiðlaábyrgdarlógin, sum er einasta vón fyri at koma óskilinum til lívs innan loftmiðlarnar, sett í gildi beinanvegin - heldur í dag enn í morgin!