Grundgevingarnar halda ikki

Tørvur var á arbeiðsmegi, og tí dugir virkisleiðarin á Fiskavirking ikki at síggja, at arbeiðsloysi er atvoldin til, at Sladjana Petrovic ikki fær longt arbeiðsloyvi

Útlendingamál

Í frámælinum til umsóknina um longt arbeiðsloyvi til Sladjanu Petrovic verður ført fram, at tá talan er um nýtt arbeiðspláss, so er politiska semjan um útlendingamálið ikki longur galdandi.
Hendan semjan staðfestir annars, at ein serlig lagalig loysn verður funnin fyri framlongd arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Landsstýrismaðurin avgjørdi tann 1. oktober 2004 at steðga málsviðgeriðini av øllum málum, sum kundu enda við frámæli, til ein endalig loysn var funnin.
Í kunningarskrivi, sum Jógvan við Keldu hevur latið gjørt tann 1. oktober verður eisini sagt, at heldur útlendingur fram hjá sama arbeiðsgevara, er talan um serliga lagaligar treytir.
Men samsvar er ikki millum skrivið frá landsstýrismanninum og frámælið, sum nú er givið. Sambært Jason Johannesen, virkisleiðara á Fiskavirking, so byrjaði Sladjana longu í starvinum 1. september 2004. Altso ein mánað áðrenn skeringsdagin, sum landsstýrismaðurin hevur ásett.
Samstundis leggur Jason Johannesen dent á, at hann als ikki dugir at skilja, at støðan á arbeiðsmarknaðinum skal vera høvuðsorsøkin til avslagið.
- Vit høvdu undan hesum søkt eftir fólki í tveimum førum. Fyrru ferðina vildu vit hava sjey fólk, og tá kom eingin. Seinnu ferðina vildu vit hava 10 fólk, men tá kom bara ein. Og viðkomandi hevði fáar dagar frammanundan biðið um starv hjá okkum, so í veruleikanum kom hon als ikki úr ALS.
- Okkara støða var, at vit høvdu mangul upp á arbeiðsmegi. Tað kann væl vera, at listin hjá Arbeiðsávísingini er langur við nógvum nøvnum. Men tað eru so eingi av hesum, sum vilja koma at arbeiða her hjá okkum.
- Tí kom tað sera væl við, tá Sladjana spurdi um arbeiði her. Vit tóku alt fyri eitt av, og tað hava vit onga orsøk havt at angra. Hon hevur verið eitt framúr arbeiðsfólk, og bæði arbeiðsliga og menniskjansliga er saknur í henni, sigur Jason, sum eisini fýlist á málviðgerðina av málinum.
- Síðani september mánað 2004 hava vit bíðað eftir svarið úr Innlendismálaráðnum. Eina ferð endurnýggjaðu vit umsóknina, tí nýtt loyvi skal til á hvørjum ári, men annars hava vit einki hoyrt. Ikki fyrr enn mánadagin, tá løgreglan kemur upp í leikin. Hetta er so mannminkandi, at eg havi ikki orð fyri tí, staðfestir Jason Johannesen at enda.