John William Joensen
formaður í Norðoya Sambandsfelag
?????????????????????????????
Býtið av tingmannasessum eftir seinasta løgtingsval er høvuðsorðsøkin til, at lív aftur er komið í orðaskiftið um at gera Føroyar til eitt valdømi.
Serfrøðingar í vallóggávu siga,, at tað ber til at broyta rokniháttin av tingmannabýti til at svar betur til atkvøðubýti millum teir ymisku flokkarnar.
Við øðrum orðum ber væl til at gera vallógina meiri rættvísa.
Álvarsamir vansar
Tey, sum hava gjørt seg til talsmenn fyri at gera Føroyar til eitt valdømi, siga m.a. atFøroyar sum eitt valdømi er ein trygd ímóti, at tingmenn fara at reka lokalpolitikk.
Hetta er tað royna tvætl. Tað er uppgáva hjá tingmonnum at lóggeva og síggja til, at øll øki í landinum verða røkt eins væl, og tí verður tað altíð ein landsuppgáva at reka lokal-politikk og at taka støðu til almennar útbyggingar í lokaløkjunum.
Ein av talsmonnunum fyri at gera Føroyar til eitt valdømi segði í niðurstøðu síni, at tað vóru fleiri fyrimunir enn vansar at gera Føroyar til eitt valdømi.
Hettar er ein vandamikil háttur at vekta tingini.
Ein álvarsligur vansi av at gera Føroyar til eitt valdømi er at t.d. Vágarnar neyvan longur kunnu vænta sær umboðan á tingi.
Somuleiðs Suðuroyggin, Sandoyggin og óivað onnur øki eisini.
Gamla tingskipanin var soleiðis, at menn komu úr øllum landinum at hittast á tingi, og at avtaka hesa skipan er ein álvarsligur demokratiskur ósigur.
Eingin skipan best
Allar tingskipanir hava ein felags trupulleika, nevnuliga tingmanningin sjálv. Tingmenn eru menniskju sum vit onnur, og hava júst somu manglar,, sum vit hava.
Tí verða tað altíð tinglimir, sum fara at misbrúka skipanina til egnan fyrimun.
Tað at flestu økini í landinum missa sína umboðan á tingi, - ein demokratiskur rættur sum øll øki í landinum hava havt frá fyrndini, er ein so grundleggjandi vansi at vit ikki kunnu síggja burtur frá honum.
Rætt at tosa
um vallógina
Sjálvur fari eg við opnum sinni at taka ímóti einum orðaskifti um, hvussu vit fáa verðandi tingskipan meiri rættvísa, men eg fari undir ongum umstøðum at góðtaka, at økisumboðanin verður avtikin.
Tingið hevur frá uppruna sítt mandat frá økisumboðanini og um tingið ikki longur skal hava umboðan úr økjunum kring landið fari eg at ivast í rættin hjá tinginum at stjórna hesum landinum.