Tá ið alt landið varð skipað í eitt valdømi, førdu tey, sum tóku undir við málinum, ofta og títt fram, at tað skuldi vera ein stórur fyrimunur, tí tað fór at beina fyri lokalpolitikkinum, sum var mettur at vera av tí ónda.
Men á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið, ásannar, Jóannes Eidesgaard, formaður floksins, at hendan grundgevingin hevur neyvan hildið.
- Ongantíð áður hevur lokalpolitikkurin verið meira í fokus enn júst í tíðini eftir valið, staðfesti hann á landsfundinum.
Hann sigur, at ein onnur avleiðing av broytingini hevur verið, at valstríðið og tíðin eftir valið hevur víst, at løgtingsfólk í nógv størri mun hava brúk fyri at koma sær fram í fjølmiðlum, tí nú berjast jú øll móti øllum.
- Hetta hevur síðan aftur víst seg í stórari ónøgd í sjálvum valstríðnum, tí at nøkur eru sloppin meira framat fjølmiðlunum enn onnur. Hetta er ikki ein trupulleiki, sum bert vit í Javnaðarflokkinum eiga, men er hetta galdandi allar teir stóru flokkarnir, segði Jóannes Eidesgaard.










