Grundgeva fyri navnakapping

Teir tríggir sjúkrahússtjórarnir, Steinar Eirikstoft, forstjóri, Alexandra á Dul, stjóri og Hans Pauli Henryson, stjóri, grundgeva nú fyri, hví navnakapping er útskrivað. Tey siga at ætlanini at sameina tey trý sjúkrahúsini

Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar sjúkrahúsi, hava nú sent skriv út, har tey verja og grundgeva fyri, hví navnakapping er útskrivað, har sóknast verður eftir nýggjum navni til tey trý sjúkrahúsini.

At navnakapping er útskrivað hevur elvt til lívligt orðaskifti. Politikarar og onnur hava sett spurnartekin við, hvat ætlanini er við hesum. Fleiri hava eisini sett spurnartekin, hví vit skulu hava nýggj nøvn, tá ið sjúkrahúsini hava havt somu nøvn í meira enn hundrað ár.

– Navnakappingin er liður í ætlanini at sameina tey trý sjúkrahúsini. Síðani nýggja sjúkrahúsleiðslan tók við í fjør, hevur verið arbeitt við ymsu tættunum í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið í góðum og tøttum samstarvi við politiska myndugleikan. Ein av hesum er at skapa ein sterkan felags samleika fyri tey trý sjúkrahúsini, siga teir tríggir sjúkrahússtjórarnir.

##med2##

– Tað av alstórum týdningi, at allir føroyingar hava havt møguleikan at siga sína hugsan, tá ið arbeitt verður við so fastgrógvum nøvnum, sum nøvnini av okkara sjúkrahúsunum eru. Hóast mongu atfinningarsomu viðmerkingarnar til navnakappingina, so eru eisini komin góð og seriøs boð upp á møgulig nýggj nøvn, hóast freistin fyri at lata inn uppskot ikki er fyrr enn í um knappar tríggjar vikur, sigur tey trý.

Tey vísa á, at sjúkrahúsleiðslan hevur í eina tíð arbeitt við at fáa tað samlaða føroyska sjúkrahúsverkið at virka  sum eina eind.

– At fáa sjúkrahúsini at samstarva betri fer at skapa betri karmar fyri tí, sum alt snýr seg um: at veita bestu viðgerðina til sjúklingin.

Í 2018 vórðu tey trý sjúkrahúsini formliga skipað undir eina felags leiðslu, og eftir nøkur stjóraskifti var nýggja leiðslan fullmannað á heysti í fjør.

– Tað hevur alla tíðina verið okkara uppgáva at arbeiða víðari við at styrkja og sameina tað samlaða føroyska sjúkrahúsverkið. Og vit eru farin undir hesa spennandi avbjóðing við góðum treysti. Ein avgerandi liður í at samansjóða tey trý sjúkrahúsini er at skapa ein sterkan samleika, sum er felags fyri alt sjúkrahúsverkið. Ein samleiki er annað enn eitt navn – men tað er eisini eitt navn. Tí sóknast vit eftir nýggjum nøvnum, sum knýtir okkum saman, siga Steinar Eirikstoft, Alexandra á Dul, stjóri og Hans Pauli Henryson.

##med3##

Víðari siga tey:

– Vit eru vitandi um, at eitt navn ikki kann standa einsamalt og kemur heldur ikki at samla tey føroysku sjúkrahúsini. Sjúkrahúsleiðslan arbeiðir tí eisini við øðrum innanhýsis átøkum, sum hava til endamáls at styrkja um samstarvið tvørtur um tey trý sjúkrahúsini. Í hesum arbeiðnum luttaka nógv starvsfólk innan ymsu fakøkini á teimum trimum sjúkrahúsunum, siga tey trý.

Tey vísa á, at navnakappingin ikki er kostnaðarmikil og fer ikki at hava ávirkan á tær kanningar og viðgerðir, sum verða gjørdar á sjúkrahúsunum.

Heilsumálaráðið letur tær 10.000 krónurnar, sum vinnarin fær. Harumframt eru útreiðslur til lýsingar og lýsingarstovu fyri at hjálpa okkum við lýsingarherferðini. Hesin peningur fer av serstakari játtan, sum Løgtingið hevur latið til arbeiðið at menna felags samleika, vísa tey á.

– At enda vilja vit gera greitt, at tað ongantíð hevur verið ætlanin at beina burtur brævbjálvar og annað prent, seingjarklæðir og búnar, orsakað av navnabroytingini. Tá ið tíðin er komin at bíleggja nýggj prent ella pløgg, tá verða hesi við tí møguliga nýggja navninum, siga teir tríggir stjórarnir á ávikavist Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi.