Amerikanararnir ætla sær nú at vísa heimsins yvirgangsmonnum, at teir lata seg ikki taka av fótum.
Myndugleikarnir í New York hava gjørt av at byggja ein 541 metrar høgan bygning á Ground Zero, har tey bæði tornini hjá World Trade Center stóðu. Metratalið er ikki avgerandi, men heldur tað, at bygningurin verður 1776 føtur høgur og sipar harvið til árið, tá teir sameindu amerikonsku statirnir fingu sjálvsstýri. Tí fær bygningurin eisini heitið Freedom Tower.
Sunnudagin varð tann 20 tons tungi grundarsteinurin lagdur, og eftir ætlanini verður bygningurin liðugur í 2009.
Umleið 500 fólk vóru boðin til hátíðarhaldið sunnudagin. Teirra millum vóru avvarandi hjá fleiri av teimum 2.774, sum doyðu, tá yvirgangsmenn oyðiløgdu World Trade Center tann 11. september í 2001.
-Í dag leggja vit grundarsteinin undir tað, sum skal vera ímyndin av hesum býnum og hesum landinum. Hann skal samstundis ímynda avgerð okkara um at sigra á yvirganginum, segði guvernørurin í New York, Georg Patakis, á hátíðarhaldinum.