Tað er ikki longur grundarlag fyri at halda fram í samstarvinum um eina felags ferðavinnu í Eysturoy
Tað staðfesta tey í bygdaráðnum í Sunda Kommunu.
Í fleiri ár hevur ferðavinnan í Eysturoy samstarvað í Ferðavinnufelagnum í Eysturoy, og tey hava havt kunningarstovu í Fuglafirði, og í Runavík.
Men nú er Eysturkommuna farin burtur úr og á nýggjárinum fer eisini Runavíkar Kommuna burtur úr, sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu. Og á bygdaráðsfundi í Sunda Kommuna í gjárkvøldið varð eisini samtykt at Sunda Kommuna skuldi fara burtur úr tí skipaða samstarvinum.
Men Heðin Zachariasen sigur, at ætlanin er framvegis at samstarva um ferðavinnuna, men tað skipaða samstarvið heldur upp at. Á Bygdaráðsfundinum í gjárkvøldið varð somuleiðis ført fram, at tað er eisini hugsandi, at samstarvið eisini fer at venda aðrar vegir enn ímóti Eysturoynni
Samstundis fara tey í Sunda Kommunu at orða ein ferðavinnupolitikk og ætlanin er at hava tað arbeiðið liðugt í ár. Í tí sambandi og í tí sambandi ætla tey at skipa fyri kunnandi borgarafundum fyri at vita, hvat tey skulu leggja dent á. Í hesum sambandi skal støða eisini takast til um ein kunningarstova skal vera í Sundalagnum.
Men spurningurin er, um tað er rætta loysnin, tí í dag brúka fólk mest internetið at finna upplýsingarnar á. Og heldur enn at hava eina kunningarstovu, er ein møguleiki at pengarnir verða brúktur til ítøkilig tiltøk í teimum ymsu bygdunum.










