Havrannsóknarskipið Magnus Heinason hevur gjørt yvirlitstrolingar á landgrunninum, og nú fyriliggur úrslitið, sum kann lesast á heimasíðuni www.hav.fo
- Lítið var at fáa av toski, hýsu, upsa, hvítingi, tungu og kongafiski á landgrunninum í heyst í mun til onnur ár, meðan lutfalsliga nógv var at fáa av longu og blálongu.
Havstovan sigur, at tann stóra nøgdin av hvítingsbróðri, sum hevur verið í fleiri ár, er nú við at koma niður á eitt meira vanligt støði, meðan svartkjafturin hevur víst eina lítla øking frá 2011 til 2012.
Hóast Magnus Heinason brúkar botntrol, er nakað komið í av makreli seinastu árini.
- Í ár var tó minni at fáa, helst tí, at yvirlitstrolingin varð seinkað fimm vikur í mun til onnur ár.
Havstovan sigur, at vegna umvæling hevði stovnurin ikki neyðugu fíggingina, so kanningarnar kundu gerast rættstundis.
- Hevði yvirlitstrolingin verið gjørd til ásettu tíðina, er hugsandi, at Magnus Heinason hevði fingið munandi meira av makreli, og Føroyar høvdu tí havt betri hagtalsgrundarlag fyri makrel í føroyskum sjógvi.
Lagt verður aftrat, at við tað at Magnus Heinason má umvælast meira næsta ár, er vandi fyri, at hesin trupulleikin eisini verður í 2013, sigur Havstovan.