Carsten Fode, advokatur, hevur kannað viðurskiftini í Eik Banka í tíðarskeiðnum frá 1. januar 2005 til 30. september 2010. Hann hevur havt fría atgongd til skjøl og teldupostarnar hjá stjórunum – 107.435 teldupostar í alt, umframt annað neyðugt tilfar. Hann hevur tosað við fleiri starvsfólk, men ikki við leiðsluna.
Carsten Fode, 62, er útbúgvin løgfrøðingur, rithøvundur og partaeigari í advokatvirkinum Kromann Reument.