Útflutningurin, sum stavar frá skipum og fiskavirkum, er grundarlagið undir øllum okkara samfelag.
Fiskur er dýrur matur, tvs tá ið hann liggur í køli- og frystidiskum á meginlandinum. Men synd at siga, at hann er dýrur á uppboðsøluni á Toftum, ella tá selt verður beinleiðis til virkir. Her hugsi eg serliga um upsan. Hví fær man bert 2-3 kr kg fyri fisk, sum brúkarin í Týsklandi skal lata 90-100 kr fyri? Fiskasølan hevur keypt virkið í Hvalba, tí sum stjórin sigur, nú kunnu teir júst framleiða tað, ið keyparin vil hava. Teir, ið varða av nýggja Skálaberg, siga tað sama. So freistast man at spyrja: hvat framleiða so hinir?
Skálamaðurin Jørgen Beck hevur nú útarbeitt eina maskinu, ein skrædlara sum sker djúpari, alt tað brúna undir skræðuni burtur. Hetta er eitt feittlag, sum fær flakið at tráðna. Kósin og p/f Beta hava fíggja prototypuna, sum nú er sett í produktión í Danmark. Vónandi fáa vit eina betri útflutningsvøru við hesum projekti. Tað er bara undarligt, at onki annað flakavirki hevur víst áhuga fyri hesi ætlan. Serliga tá hugsa verður um, hvussu tungt flakavinnan og nú eisini isfiskatrolararnir koyra.Seinasta verkfall vísti, at tað var flakavinnan, sum ikki orkaði nevniverda lønarhækking. Sami tungi rakstur dregur nú hýrurnar niður eisini.
Tað gongur ikki lonngur, at tey, íð arbeiða í tí sektorinum, sum øll onnur liva av, tey ið draga tað tyngsta lessið, skulu hava tað lægstu lønina. Hetta er eitt álvarsmál. Tí eigur ein komandi vinnumálaráðharri at seta eina nevnd, sum kann útgreina, hvussu vit fáa sum mest burturúr. Um neyðugt endavenda allari vinnuni. Og vónandi verður tann vinnumálaráðharrin javnaðarmaður.










