Grundarlag fyri rentulækking

Í Danmark verður roknað við, at Tjóðbankin fer at lækka rentuna fyrsta dagin Danski Tjóðbankin hevur ongantíð havt so nógv av fremmandum gjaldoyra sum nú, og harvið eru lunnar lagdir undir eina møguliga rentulækking seinni í hesari vikuni, skrivar Ritzau.

Í apríl fekk Tjóðbankin 25,6 milliardir krónur afturat í fremmandum gjaldoyra, so um mánaðarskiftið hevði bankin 286.4 milliardir krónur í fremmandum gjaldoyra, og tað er met.

Danskir búsklaparfrøðingar siga, at soleiðis sum viðurskiftini eru, má roknast við, at Tjóðbankin fer at lækka rentuna, so hon nærkast rentuni hjá evropeiska miðbankanum. Hon er nú 1,25 prosent, meðan tann danska er 2,0 prosent.