Anfinn Kallsberg skilir einki av kritikkinum í miðlunum av sitandi formanni í Fólkaflokkinum, tí innanflokka hvørki hoyrir ella merkir hann nakra ónøgd. Í kjalarvørrinum av útmeldanina hjá Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum, hava nakrir fólkaflokslimir í fjølmiðlunum kritiserað sitandi formann, Jørgen Niclasen. Men tað skilir undanmaðurin, Anfinn Kallsberg einki av.
- Eg havi fylgt við í miðlunum og havi hoyrt, hvat har hevur verið sagt, men vit skulu minnast til, at Fólkaflokkurin er samansettur av tingfólkum, ið eru ógvuliga sjálvstøðug og hava eina ógvuliga sjálvstøðuga meining. Og vit hava altíð megnað innanflokka at samansjóða hesar sjálvstøðugu meiningar og umboðað flokkin úteftir sum ein maður, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann sigur, at tá tað so ikki eydnaðist nú, er tað eftir øllum at døma formaðurin, ið fær skuldina, og tað skilir hann einki av.
- Tað er púra og aldeilis burturvið, tí vit hava ein serstakliga góðan formann, sum dugir væl at skipa fyri og sera semjusøkjandi og dugir væl at síggja, hvar hann skal finna konsensus. Tí haldi eg, at tað er púra ógrundaður kritikkur av formanninum, sigur Anfinn Kallsberg.
Hann avvísir staðiliga, at hann hevur merkt nakra ónøgd í flokkinum við formanninum.
- Vit høvdu so seint sum í gjár fund í flokkinum har ting- og landsstýrismanning var savnað, og har hvørki hoyrdi ella merkti eg nakað til nakra ónøgd við verandi formann, sigur Anfinn Kallsberg.