Grundaða vónin!

Hefti meg við hesi orðini, nú tey nakrar ferðir eru lisin upp í Útvarpi Føroya

Tey eru eftir øllum at døma, úr einum áliti frá minnilutanum í vinnunevndini, viðvíkjandi vakstraravtalu fyri Suðuroynna. Eri púra samdur við niðurstøðuni hjá Bjørt Samuelsen og Kára P. Højgaard, um at Suðuroyingar eftir drúgva kjakið um vakstraætlan fyri Suðuroynna, eiga at hava eina grundaða vón um eina slíka og eg vóni at landsmyndugleikarnir lesa støðuna í tí ljósinum.

Fari tí at loyva mær alment at spyrja tey bæði Bjørt Samuelsen og Kára P. Højgaard, um samtykta lógin um Sandoyartunnil, í teirra verð, er at meta sum ein grundað vón hjá Sandoyingum um ein undirsjóvartunnil. Loyvi mær at spyrja, tí at júst hesi bæði, hvør í sínum lagi, hava havt stóra ávirkan á lagnuna hjá samtyktu lógini um Sandoyartunnil.