Eg vil, um tú setur álitið á meg, arbeiða fyri at hettar verður raðfest høgt í kommununi.
Allar útsagnir sum hava verið um, at plásstrot er, hava einki við verðuleikan at gera. Tað er ríkiligt av plássi, um vit bert leggja okkum eftir at finna tey.
Tá nýggjar útstykkingar verða í Tórshavnar Kommunu, skal eisini leggjast upp fyri plássi til dagstovnar, grøn økir og viðurskiftir, sum kunnu økja um trivnaðin.
Eg vil virka fyri at vit fáa vanlig grundøkir á 400-500 m².
Saknar tú eisini hettar, so vel meg til býráðsvalið tann 11. nov 2008