Grundøkir bráðneyðug til vinnulívið í kommununi!

Vit mega ásanna, at alneyðugt er at geva vinnulívinum betri arbeiðs- og menningarlíkindi her í høvuðsstaðnum.

Fróði Sigvardsen

Valevni Fólkafloksins til býráðsvalið



Tað er við m.a. hesum í huga, at eg havi latið meg stilla upp fyri Fólkaflokkin til komandi býráðsval, tí tað ber ikki til longur ? núljuvinnan stendur fyri durum, at høvuðsstaður landsins ikki eigur eitt einasta nýtiligt øki at útvega teimum mongu og fjølbroyttu vinnulívsfyritøkum, ið standa og bíða, og sum eisini høvdu givið havnarborgarum mong nýggj arbeiðspláss! ? Stórur tørvur er og verður tí eisini á grundstykkjum til sethúsabygging!

Tað er eitt fjølbroytt, blómandi vinnulív, sum er grundarlagið undir trivna og framburði. Havnini tørvar tí eitt framskygt býráð, ið straks kann útvega hóskandi grundøki bæði til verandi og komandi vinnulívsgreinir ? og til tann einstaka borgaran.

Hetta er eitt av hjartamálunum hjá tí unga ættarliðinum.