Grundøki til Fiskivinnuskúlan

Vestmanna: Bygdarráðið í Vestmanna fer á fundi í kvøld at viðgera eitt mál um Fiskivinnuskúlan í bygdini.

Tað hevur leingi verið greitt, at skúlanum tørvaði onnur og betri høli. Eftir at løgtingið hevur samtykt at nýggjur skúli skal byggjast, er nú túrurin komin til kommununa í Vestmanna at gera sítt til at útvega skúlanum grundøki í bygdini.
Á fundinum skal bygdarráðið tí viðgera eitt tilmæli frá teknisku nevndini í samband við eina umsókn frá mentamálaráðnum. Her verður søkt um byggiloyvi til skúlin, eins og søkt verður um sundurbýti av økinum til skúlan.