Crawling Blue luttekur á Asfalt í ár, bólkurin hevur eitt ár á baki. Men hevur nú Asfalt stendur fyri dyrum styrkt sær bólkin við tangentleikaranum Óla Olsen.
Vanliga manningin Uni R. Debess, Eyðun Johannesen og Brandur Jacobsen hevur seinasta árið sligið fast, at teir uttan trupulleikar megna at lyfta arvin eftir Prix Føroyar vinnarunum í Go Go Blues.
Bólkurin hevur júst fingið fjórða limin, Óli Olsen, uppí eisini, og tað boðar bert frá góðum. Óli er best kendur sum úrmælingur á tangentunum í einum av bestu føroysku tónleikabólkunum gjøgnum tíðirnar, Enekk.
Teir spæla heimagjørdan tónleik, ið er í tí traditionella bluesforminum. Til Asfalt er Crawling Blue tó vorðin ein blueskvartett.
Í løtuni er bólkurin í upptøkuhølum fyri at gera fløgu, ið vónandi kemur út á heysti í ár. Bólkurin hevur tó spælt nógv uttanlands uttan fløgu í skjáttuni, m.a. í Hetlandi, ið teir júst er heimafturkomnir frá, eins og á vælkenda bluesstaðnum Mojo í Keypmannahavn. Nú fáa vit høvi at grulva til fyrstafloks føroyskt blues á Asfalt. Vitjið teir ímeðan á Myspace.com/crawlingblue