? Nýggjar eyglýsingar av demokrati, sigur Atli.
? Fullveldispolitikkurin fer at geva okkum eina fullfeita føroyska yvirstætt, sigur Ingeborg.
Tí tá teir ikki koma við tí sjálvir, so skal gruggast. Orð skulu vendast, setningar tambast og hol finnast, ikki til at fylla út, men til at seta skorður í. Sjávlt tá semja kundi fingist um mangt og hvat, so má vigast fyri og ímóti: Tænir hetta løtuvinninginum ella ikki. Nú er løtuvinningurin at fáa ivasom sambandsfólk undir sínar veingir.
Vit kenna teir aftur, javnaðarmennirnar!
Men Jóannes, hví skal Hvítabók viðgera tað einstaka húskið? Fyri at nýta eina fyri teg ógvuliga vanliga orðing: Gev mær eina einastu grund!
Hvítabók viðger tjóðarbúskapin. Hon byggir á eitt vanligt borgarligt fólkaveldi, og hon letur tí lóggávuvaldið upp í hendur at leggja karmarnar fyri, hvussu ágóðarnir í samfelagnum skulu býtast. Einki petti øðrvísi enn nú, vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark.
So Jóannes! Er hetta størsta atfinningin hjá Javnaðarflokkinum, so hevur flokkurin einki at finnast at. Tað er tú, fólkavaldi, sum skalt býta í ríkisfelagsskapinum og fullveldinum. Tað er eisini tú, sum skalt upplýsa fólk, húskið, sum tú heldur so nógv av, og ikki kasta torvmold í eyguni á teimum við uttanumtosi!
Tað er bara eitt ár síðan tit kastaðu Høgna og samgonguni fyri, at teir høvdu einki at fylla upp í fullveldisleypin. Tað vóru bara innantómir setningar. Og sjálvandi bíðaðu fólk í spenningi eftir heftinum hjá tykkum um sjálvstýrisloysnina, ella hvat hatta kallaðist. Og hvat var tað so? Innantómir setningar úr enda í annan.
Tit siga m. a., at Føroyar skulu verða eitt samveldi á jøvnum føti við Danmark. Tað er bara ikki so. Eitt gott dømi eru sáttmálar við onnur lond og uttanríkispolitikkur í síni heild. Tit siga, at vit ótarnað kunnu gera sáttmálar við onnur lond. Men vit hava í ríkisfelagsskapi ikki myndugleika at gera sáttmálar við onnur lond, sum skaða donsk áhugamál. Men danir kunnu gera sáttmálar, sum skaða okkara. Teir sita við tí endaliga orðinum. Ein finna tú ert ...
Ella er tað á jøvnum føti?
Eg hevði skammast.
Og Atli leggur uppí. Helst fyri at styðja nýggja, veika slóðaran!
Nýtt demokrati...
Hetta er sum at fara aftur í trýssini, tá CIA og m.a. Javnaðarflokkurin altíð høvdu rætt og brúktu sama framferðarhátt: At skíra tey, sum ikki vóru samd, fyri kommunistar:
»Í okkara parti av heiminum er, nú aftaná at jarntjaldið fall, og kommunistiska samfelagsskipanin snávaði og datt, bert okkurt hissini land, sum loyvir sær slík propagandatiltøk fyri almennar pengar, sum hetta okkara landsstýri setir í verk.«
Óført, tí CIA er jú borganin fyri tí borgarliga fólkaræðinum og fyri frælsi, javnaði og brøðralag. Tey, sum ikki halda tað, tey eru kommunistar og ikki frælslynt, spyr bara Pinochet.
Jú, víst brúka teir av almennum fæ til at upplýsa fólk. Lat tað so eita tað nýggja demokratiið í tínari verð. Tað gamla demokratiið var at brúka blokkin til at fylla niður í lummarnar á einum ovurhitaðum vinnulívi (tú gjørdi sjálvur nýtslu av hesum báðum orðum, meðan tú sætst í andstøðu í teimum døgum ? nýtslan knípti bara, tá tú sjálvur hevði »ábyrgd«) til ein yvirkapasitet, sum einki gav, men bara kostaði. Vit løntakarar bløða, og milliardirnar eru uttanlands.
Hvør mundi fáa tær?
Leingi livi tað gamla demokratiið, Atli?
Og so Ingeborg:
»Tí tað gongur sjón fyri søgn, at tað eru tey lægstløntu, sum skulu skerjast enn meira, fyri at vit kunnu fáa ráð til at fíggja fullveldið hjá teirri lítlu yvirstættini.«
Hugstoytt at hoyra ein umboðsmann hjá løntakarunum rætta spjótsoddin móti fullveldinum og ikki yvirstættini. Tí hatta, tú nevnir, duga javnaðar- og sambandsmenn sanniliga eisini. Sviðan frá teimum hevur tú dyggiliga kent tey síðstu árini. Ikki tí, eg fari ikki at siga hinar flokkarnar fríar frá sínari ábyrgd. Og tað mátti sanniliga eisini talt, at alt hetta, henda stóra afturgongdin hjá okkum løntakarum, er farin fram í ríkisfelagsskapinum!
Og er tað ikki so, at sjálvt um tað vóru vit føroyingar, sum brúktu okkum út av eggini, so sluppu politikararnir at liva og láta, sum teimum lysti, tí at danska stjórnin ? tað viti tann góðasti, um tað ikki var við beráddum huga ? duldi fráboðaninrar frá fíggjareftirlitinum fyri okkum føroyingum? Tí teir høvdu jú onga fráboðanarskyldu. Og hvør bløddi? Yvirstættin ella vit?
Hetta er ríkisfelagsskapurin, Ingeborg! Danir hava ongantíð spælt við opnum kortum. Um Karsten ikki gongur okkum á møti, so sigur hann hóast alt frá, so vit vita, hvar hann flýtur. Sjálv fert tú hinvegin ógvuliga lætt um sannleikan, tá hann fær ábyrgdina fyri dastið av teimum niðurskurðum, sum eru farnir fram í nógv fleiri enn 10 ár. So ver eitt sindur nærlagdari í tínum metingum, so tú ikki tekur trúvirðið frá arbeiðararørsluni. Eitt tilmæli um, hvat veljast skal í slíkum føri, skal ikki grundast á molnandi pástandir.
Ongantíð havi eg viljað koyrt javnaðarflokkin uppí afturhaldsliðið. Sjálvt ikki tá EEC-stríðið leikaði á, og hann legði doyðin á eina upplýsing, hvørs høvuðsúrslit var, at EEC ikki var ein politisk, men ein rein búskaparlig samgonga.
Men nú slepst eftir øllum at døma ikki undan. Hann hevur einki at bjóða fram sjálvur. Hann brúkar allar sínar kreftir til at siga fólki, hvat hini gera skeivt. Sjálvandi hevur hann frælsi at gera tað, men tað hevur ongan javnað við sær og tað skerjir alt brøðralag.
Dánial Jákup Jørgensen