Grugg - ein nýggjur yrkissjónleikabólkur

Sjónleikararnir, Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð og Barbara Christophersen, hava stovnað nýggja yrkissjónleikabólkin Grugg.

Endamálið við Grugg er at framføra yrkisleik í Føroym á høgum listarligum støði. Tær tríggjar siga, at tær vilja samstarva við og starvsseta bæði føroyskar og útlendskar leikarar, leikstjórar umframt onnur listafólk og teknikarar.

- Fyri okkum kann orðið Grugg ímynda so nógv, sum er partur av sjálvum tilfarinum til sjónleik, til list. Grugg kann vera botnfall, tað ljóta, tað skitna, tað óynskta, og samstundis eisini okkurt ófrættakent og kanska enntá hóttandi; ein kann vera gruggutur. Grugg er tað sum rørir seg á botninum, tað sum liggur undir yvirflatuni, siga tær.

Navnið Grugg stavar frá vælumtóktu »Café-Grugg«, sum er eitt afturvendandi cabarét-kent tiltak, sum bæði Gríma og Tjópallur Føroya hava skipað fyri upp í gjøgnum árini. Allir stigtakarar í Grugg hava luttikið á »Café Grugg« og verið við til at skapt hesi tiltøk.

- Sostatt kenna vit okkum eiga í hugtakinum, siga tær tríggjar.

Fyrstu verkætlanirnar hjá Grugg fara eisini at vera café-kendar uppsetingar uttan stór krøv til teknikk og umstøður.