HERVERK
- Vit hava búð her í 10 ár, men innan fyri tað seinasta árið eru trý herverk gjørd á bilarnar hjá okkum, sigur Jóannes Eidesgaard, sum harmast um støðuna.
Hann greiðir frá, at hann ongantíð hevur upplivað slíkt áður, men síðani hann tók við sum løgmaður, hevur bæði bilurin hjá konuni, tann gamli bilurin hjá honum sjálvum, og hansara spildurnýggi bilur verið úti fyri herverki.
- Eg hevði tann fyrra bilin í 11 ár, men ivaðist í, um eg skuldi keypa ein nýggjan, sigur Jóannes Eidesgaard, av tí at herverk sum nevnt eisini varð gjørt á tann fyrra bilin.
- Hetta er ikki hissini herverk, staðfestir løgmaður. Djúpar skøvur eru grivnar inn í lakkið á fleiri síðum á bilinum, og løgmaður ivast ikki í, at hetta er tilvitað.
- Áttu heldur at tosað við meg
- Hetta er harmiligt. Tað er í lagi, at fólk hava hug at kritisera, men hví leggja á mínar ognir heldur enn at koma at tosa við meg. Hetta er ein primitivur máti, sigur Jóannes Eidesgaard um hetta triðja herverkið.
- Alt hevur sín prís! Men man kann spyrja, hvat verður tað næsta, ásannar løgmaður Hann leggur afturat, at herfyri stóð ein lýsing í einum blaði, har allir bilarnir hjá landsstýrismonnunum vórðu vístir fram.
Jóannes Eidesgaard heldur, at hetta kann fatast, sum Landsstýrið eigur hesar bilar. Men í Føroyum hava vit ikki skipanina við ráðharrabilum, og tí er talan um privatar ognir.
MYNDATEKSTUR
Hetta er triðju ferð, at onkur ger seg inn á bilar hjá løgmanshjúnunum. Jóannes Eidesgaard harmast gongdina, og heldur motivið vera politiskt










