Grovt herverk á bil - var kanska ein hevndargerð

Sum heild hevur fyrri hálvleikur í vikuskiftinum verið friðarligur

Føstulávint er, og tað hevur verið heilt fitt av fólki í býnum. Men løgreglan sigur, at sum heild hevur tað verið stak friðarligt. Nakrar ferðir hevur løgreglan kortini lagt uppí, har fólk vóru komin eitt sindur til ilnar fyri at forða fyri, at tað skuldi enda við bardaga.

 

Ein maður liggur á støðini og svevur. Hann hevði ikki gjørt nakað, men varð funnin avdottin í kuldanum úti á alfaravegi, so tey tóku hann inn á støðina, so at hann ikki skuldi liggja útideyður í nátt.

 

Seint í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá grovum herverki á ein bil. Bilurin var skøvaður, og øll fýra dekkini vóru kruvd. Eigarin heldur, at hetta kanska var ein hevndargerð frá einum, hann hevði verið óklárur við fyrr um kvøldið.

 

Løgreglan sigur, at hetta er eitt mál, tey fara at kanna, tá ið umstøður vera til tað.