Grovt heglingsæl rakti Tvøroyri

Stutt fyri middag kom knappliga eitt grovt heglingsæl á Tvøroyri. Í nøkur sekund vóru vegirnir hvítir.

Stutt fyri middag í dag kom knappliga eitt rættiliga grovt heglingsæl á Tvøroyri. Í nøkur sekund vóru vegirnir hvítir. 

 

- Veðrið í morgun var gott. Tá klokkan nærkaðist middegi sást ein grái úti á fjørðinum. Gráin nærkaðist, og knappliga rakti eitt govt heglingsæl.

 

Tað sigur Annika Eidesgaard, sum er lærari við Tvøroyrar skúla, og sum stutt eftir heglingsælið legði eina mynd út á sína facebook-síðu.

 

Spurd, um heglingsælið megnaði at gera vegirnar á Tvøroyri hvítar, sigur hon, at í nøkur sekund sást, at vegir hvítnaðu, men skjótt var alt burtur aftur.

 

- Tá heglingsælið kom, frískaði hann eisini vindin, og tí hoyrdist stóru heglingarnir eisini móti vindeygunum í skúlanum, sigur Annika Eidesgaard.