Grovt brot á rættartrygdina

At tilsøgnin um veiðiloyvi hjá Sp/f Nakki verður tikið aftur, má hava við sær, at øll hini 32 loyvini, sum vórðu givin eftir somu treytum, verða tikin upp aftur til nýggja viðgerð og møguliga tikin aftur. Alt annað er grovt brot á rættartrygdina, sigur Halgir Winther Poulsen, advokatur.

- Hetta er eitt sindur verri enn tað, sum vit higartil hava upplivað. Dómurin verður útintur, uttan at maðurin fær høvi at siga sína meining. Tað plaga vit ikki at gera her um okkara leiðir, sigur Halgir Winther Poulsen, advokatur, spurdur um hvussu grovt hann metir avgerðina hjá fiskimálaráðnum um at taka tilsøgnina um veiðiloyvi hjá Sp/f Nakki aftur, gera seg inn á rættartrygdina hjá einstaka borgaranum.
Í umbidnu frágreiðing síni um sonevnda Jógvan S málið, sum Halgir Winther Poulsen læt fiskimálaráðharranum mánadagin 4. august, skrivar advokaturin, at eftirsum at landsstýrismálanevndin byggir sína avgerð um Jógvan S málið á, at atlitini, ið lógu til grund fyri avgerðini um at játta tilsøgn um veiðiloyvi vóru ósaklig, má tað merkja at øll hini 32 málini, sum hava verið viðgjørd út frá sama grundarlagi, eisini hava verið viðgjørd á ein ósakligan hátt. Tí mugu øll hini 32 málini um flyting av veiðiloyvum eisini takast upp av nýggjum og møguliga takast aftur, um loyvi hjá Sp/f Nakki verður tikið aftur, skrivar advokatinum. 
?Verður tað hinvegin ikki gjørt, og verður loyvi til Sp/f Nakk tikið aftur, gera myndugleikarnir seg sekar í grovum broti móti javnrættindum borgaranna?, stendur at lesa í frágreiðingini hjá Halgir Winther Poulsen.
Fiskimálaráðharrin, Jacob Vestergaard, valdi mikukvøldið at taka tilsøgnina um veiðiloyvið hjá Sp/f Nakki aftur, eftir trýsti frá landsstýrismálanevndini.