Suðuroyarportalurin skrivar soleiðis um hendingina:
»Í dystinum millum B71 og FC Suðuroy sunnudagin uppstendur ein støða, har nigerianski Obi Charles hjá FC Suðuroy ger eitt fríspark ímóti einum B71-leikara. Fleiri B71-leikarar renna til og skumpa Obi Charles burtur. Og so kemmur nr. 23 hjá B71, Marko Stanic eisini uppí leikin. Fyrst ger hann greið apu-ljóð ímóti Obi Charles og rópar síðani ?monkey? eftir honum. Og meðan Marko Stanic bakkar burtur frá støðuni gevur hann eisini Obi Charles ?fingurin?. Leikarar hjá FC Suðuroy spyrja dómaran ? sum er beint við hendingina ? um hann ikki hoyrdi hvat B71-leikarin segði, men rasistiski atburðurin hjá Marko Stanic fekk ongar avleiðingar sunnudagin«.
Suðuroyarportalurin sigur víðari, at »Sjónbandaupptøkurnar hjá Kringvarpi Føroya ? sí eisini www.kringvarp.fo og vel Netvarp og síðani 3-2 ? vísa greitt óvirðiliga atburðin hjá Marko Stanic og eigur hetta sjálvsagt at fáa avleiðingar fyri B71-leikaran«.
Leikarar hjá FC Suðuroy siga, at teir harmast almikið støðuna, og vóna tað fær avleiðingar fyri viðkomandi leikarar hjá B71.