Nevndin í Miðvágs Badmintonfelag – MBF
----------------
Rættleiðing og viðmerkingar til blaðgrein í Dimmalætting 27. desember 2007 um, at Miðvágs Badmintonfelag misnýtir navnið MBF og ger sær dælt av teimum brekaðu í Føroyum!
Miðvágs Badmintonfelag (MBF)
Miðvágs Badmintonfelag – stytt MBF - varð stovnað tann 10. oktober 1963 og hevur frá byrjan av bæði sjálvt brúkt hesa styttingina, og eisini alment verið kent sum MBF. Hetta kann váttast av stovnarunum av felagnum, nevndunum og limunum upp ígjøgnum tíðirnar, ja, av øllum badmintonspælarum og áhugaðum í Føroyum. Felagið er harumframt eisini skrásett og alment viðurkent hjá bæði ÍSF (Ítróttarsambandi Føroya) og BSF (Badmintonsambandi Føroya) við heitinum MBF. Fjølmiðlarnir, og herundir eisini Dimmalætting, hava somuleiðis altíð nýtt hesa stytting um felag okkara, tá teir hava borið tíðindir um badminton.
Miðvágs Badmintonfelag hevur støðugt verið – og er framvegis – eitt aktivt ítróttarfelag við fleiri enn 100 limum, harav 95% eru børn í aldrinum 5-17 ár. Felagið hevur upp ígjøgnum tíðina átt fleiri føroyameistarar, og allir leikarar felagsins vita ikki um annað, enn at teir hava spælt badminton fyri MBF!
Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum
Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum varð stovnað tann 24. oktober 1981, t.v.s 18 ár seinni enn MBF. Tá táverandi nevndin í MBF frætti, at nýstovnaða felagið eisini ætlaði sær at brúka styttingina MBF, varð beinanvegin gjørt vart við, at Miðvágs
Badmintonfelag brúkti hesa styttingina og hevði gjørt tað líka síðani stovnanina í 1963.
Skrásetingin av navninum MBF
Við skrivi, dagfest tann 26. november 2007, fekk Miðvágs Badmintonfelag boð frá Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum um, at meginfelagið er skrásett undir styttingini MBF í Felagsskránni, sum fútin umsitur. Heitt varð í skrivinum á Miðvágs Badmintonfelag um at finna sær eina aðra stytting enn MBF. Miðvágs Badmintonfelag hevur fingið upplýst frá fútanum, at henda skráseting ikki er framd fyrr enn tann 18. juni 2007.
Løgfrøðiliga er rættarstøðan tó tann, at Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum ikki við hesi skráseting vinnur sær rætt til at brúka styttingina MBF, tá eitt annað felag støðugt og alment hevur brúkt hesa stytting í 18 ár, áðrenn meginfelagið yvirhøvur varð stovnað, og heili 44 ár, áðrenn meginfelagið av órøttum ger krav uppá styttingina!
At skráseting í felagsskránni ikki hevur avgerandi týdning sæst eisini av, at bara 5 av yvir 100 ítróttarfeløgunum í landinum hava valt at skráseta navn sítt har.
Kalendarin hjá Miðvágs Badmintonfelag
Sambært Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum, argast fólk inn á, at Miðvágs Badmintonfelag selir ein kalendara undir navninum MBF. Vit í MBF hava síðani 2003 selt ein fittligan og hentan borðkalendara fyri at fíggja virksemi felagsins (hallarleigu, venjarar, bóltar v.m.). Sølan av kalendarunum er høvuðsinntøkukeldan hjá felagnum, sum – eins og onnur ítróttarfeløg – ikki fáa nakra játtan á Løgtingsins fíggjarlóg. Á kalendaranum standa orðini “MBF” (sum vit hava itið nú í 44 ár) saman við búmerki okkara (Vágoynni, einum badmintonketsjara og einum badmintonbólti). Hvussu kann hetta misskiljast við Meginfelag teirra Brekaðu og sigast at vera misbrúk av teimum brekaðu í Føroyum? At summi fólk kanska ikki hava vitað av, at MBF altíð hevur staðið fyri Miðvágs Badmintonfelag, og hesi tí av misgáum ella óansni hava hildið seg stuðla Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum við at keypa ein MBF-kalendara, kann á ongan hátt rættvísgera ta sera ljótu og órættvísu viðferð, sum Meginfelag teirra Brekaðu og Dimmalætting bóru øllum Føroya fólki sum høvuðstíðindi millum jól og nýggjár.
Blaðgreinin í Dimmalætting
Miðvágs Badmintonfelag skilir væl, um tey, sum lósu greinina – ella bara yvirskriftina - í Dimmu hava fingið ta fatan, at Miðvágs Badmintonfelag misnýtir navnið hjá øðrum og ger sær dælt av teimum brekaðu í Føroyum. Men tey mongu, sum altíð hava kent sonnu søguna aftan fyri navnið MBF, og tey, sum nú kenna rætta samanhangin, mugu ásanna, at forkvinnan í Meginfelag teirra Brekaðu gjørdi eina sera ljóta gerð ímóti okkum í MBF, eins og Dimmalætting vísti óvanliga vánaligan blaðsið við at loyva einari tílíkari grein at koma í blaðið, uttan yvirhøvur at hava lýst málið á ein nøktandi hátt. Og um tað ikki longu er eyðsýnt fyri øllum, so skal her verða sligið rimmarfast, at Miðvágs Badmintonfelag hvørki hevur vilja, orsøk ella tørv á at misnýta ella gera sær dælt av teimum brekaðu, sum frammanundan hava nóg trupul kor at virka undir í Føroyum. Tvørturímóti munnu flestu limirnir í okkara felag – íroknað nevndin – hava keypt sær ein Javna-kalendara einans fyri at stuðla arbeiðnum hjá Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum.
Umframt at grovu og órættvísu skuldsetingarnar harma og særa okkum í MBF almikið, so kann hesin órættur eisini í ringasta føri forkoma inntøkugrundarlagnum og harvið eksistensinum hjá felagnum, um vit nú skulu fordømast og fíggjarliga revsast fyri at hava selt kalendarar undir tí navninum, sum vit av røttum hava virkað undir nú í 44 ár.










