Gamli stórleikarin hjá FC Barcelona, tann nú 34 ára gamli, brasilski Ronaldinho skal nú royna seg í meksikanskum fótbólti. Ronaldinho verður nú partur av hópinum hjá tí meksikanska liðnum Querétaro.
Fagnaðurin varð so stórur í Querétaro fríggjadagin í farnu viku, at tað elvdi til ein risastóran ferðslutøpp, tí so mong vildu sleppa á leikvøllin hjá Querétaro at fagna Ronaldinho.
Drúgva bíðitíðin í ferðslutøppinum fekk ilt í lokalpolitikkaran, Carlos Trevino, sum bart út sagt skrivaði á sínum facebook-veggi: – Eg royni at verða tolerantur, men eg hati fótbólt, og allan ørskapin hann førir við sær. Eg hati fótbólt meir enn nakrantíð, tá eg síggi fólk fara út á gøturnar fyri at steðga ferðsluni. Eg brúkti tveir tímar um at koma heim. Alt orsaka einum glantruleiki fyri einari apu. Ein brasiliumaður, men kortini ein apa, skrivaði Carlos Trevino á vangamynd sína.
Carlos Trevino varð skjótur at taka viðmerkingina burtur, men ov seint varð. Og hann er nú endurgivin í teimum flestu meksikansku miðlunum.
Nýggja fótbóltsfelagið hjá Ronaldinho, Querétaro krevur, at Carlos Trevino fær eina harða revsing fyri tað, sum hann skrivaði á facebook um Ronaldinho.
Á myndini sæst Ronaldinho í Querétaro-búnanum.









