Sveinur Tróndarson
? Tað er ikki hvørt gildi tú skalt fara til og ikki hvørt orð tú skalt svara til, sigur Snorri Fjallsbak, nevndarlimur í Yrkisfelag Studenta- & HF-lærara, í eini viðmerking til, at lønardeildin hevur almannakunngjørt lønirnar hjá limunum í felagnum.
? Men hatta er manipulatión av fúlasta og grovasta slag, sigur hann.
Snorri Fjallsbak vísir á, at tey halda tað vera ein sera løgnan framferðarhátt av lønardeildini, fyrst at undirskriva ein sáttmála, sum sigur at tímalønin er umleið 165 krónur um tíman, fyri síðani at fara út við eini talvu, sum vísir, at tímalønin er 508 krónur um tíman.
? Tað er fúlt, og tað fremur avgjørt ikki nakran góðan samráðingaranda, sigur Snorri. og leggur afturat:
? Tað hevði svarað til, at arbeiðsgevarin hjá einum blaðmanni fór at rokna tímalønina út eftir hvussu ofta fingrarnir nerta við knappaborði.
Internetið
verður misbrúkt
? Undir verkfallinum sóu vit, at Starvsmannafelagslimir brúktu Internetið til »tíðindatænastu« og tað er synd at siga, at hon var objektiv, men at lønardeildin skuldi verða tann fyrsta at taka við slíkum ósiði tað boðar ikki frá góðum, sigur Snorri Fjallsbak.
? Men tað er møguligt, at teir fara at brúka handan taktikkin í framtíðini, sigur Snoori Fjallsbak.
Hann leggur dent á enn einaferð, at hatta ikki byggir á faktuellar upplýsingar, sum eru til frama fyri samráðingarnar.
Útspiltir fyri
at rætta eina hond
Snorri Fjallsbak greiðir frá, at tað eru umleið 2000 tímar, svarandi til umleið 100 lærarar íalt.
? Og av teimum 2000 tímunum eru 300, sum eru yvirtímar. Hetta svarar til at tað mangla umleið 15 lærarar. So eru nakrir lærarar, sum rætta arbeiðsgevaranum eina hjálpandi hond, og afturfyri verða teir spiltir út á Internetinum, tí at teir forvinna ov nógv. Tað er grovt, sigur Snorri Fjallsbak.
? Tá fólk rætta eina hjálpandi hond í øðrum førum, tá verða tey róst og ikki stungin í ryggin, leggur hann afturat.
Hvat sigur
Fíggjarmálaráðharrin
Snorri Fjallsbak sigu, at hann vónar ikki, at Fíggjarmálaráðharrin vsiti av yvirlitinum áðrenn tað varð lagt út.
? Sum sagt, er tað fúlt, at tað almenna skal taka slíkar hættir í brúk, men eg gangi út frá, at tað er gjørt uttan vitanina hjá landsstýrismanninum. Og við tí átti tann, sum hevur gjørt hatta, at fingið fótin, sigur Snorri.
? Og er tað so galið, at landsstýrismaðurin visti av hesum, so sigi eg púrt einki, sigur Snorri Fjallsbak.










