Grov fríspørk

Talan var eftir øllum at døma um nøkur greflig fríspørk, sum portugisar framdu í dystinum móti Hollandi sunnukvøldið. Tí hóast portgisar fingu níggju av teimum sekstan kortunum, sum vórðu givin í dystinum, so framdu teir bara tíggju fríspørk.
Hollendarar framdu 15 fríspørk í dystinum, men hesi góvu so bara 7 kort.
Sambært hagtølunum hjá donsku heimasíðuni, bold.dk, hava dómararnir í HM í miðal givið kort fyri hvørji 6,31 fríspøkr. Í dystinum sunnukvøldið var hetta miðaltal tó 1,56 fríspørk fyri hvørt kortið veit heimasíðan at siga.